?Vit eiga blokkin

Miðflokkurin heldur einki um at minka um ríkisveitingina. Føroyingar eiga hesar pengar afturfyri NATO-støðina, ljóðar tað frá Miðflokkinum

 

Fíggjarlóg

Tað var Miðflokkurin, ið skeyt upp, at spurningurin um ríkisveitingina skuldi avgerast á einari fólkaatkvøðu. Henda fólkaatkvøðan var tó av ongum. Hetta eru teir í Miðflokkinum ikki heilt nøgdir við, tá ið teir mettu hetta vera møguleikan hjá Føroya fólki at siga sína hugsan.

?Miðflokkurin hevur ávís mál, ið vit raðfesta ovarliga í sambandi við eina fíggjarlóg. Hesi somu ynski vit eisini at røkka. Um so er, at hesi fáa góðar sømdir, so vilja vit eisini taka undir við einari tílíkari fíggjarlóg, sigur Bill Justinussen.

Miðflokkurin atkvøddi fyri uppskotinum um sjálvstýri Føroya fólks, men hetta merkir ikki, at teir taka undir við at skerja ríkisveitingina.

?Vit eiga í roynd og veru ríkisveitingina, tá ið hetta eru pengar, ið danir lata okkum afturfyri NATO-støðina, sigur Bill Justinussen.

Hann kallar tað púrasta burturvið, at vit skulu fara at skerja ríkisveitingina, tá ið vit rætt og slætt eiga hesar somu pengar.

Bill Justinussen vil ikki siga nakað um, hvørja støðu flokkurin hevur til uppskotini hjá Javnaðar- og Sambsflokkinum.