- Her suðuri merkja vit einki til, at nakað pelagiskt virksemi er í Føroyum. Ikki annað enn tað, ið vit sjálvi royna at skapa.
Alex N. Vilhelm, stjóri í reiðarínum South Pelagic og reiðari á Grunnabarð, vil sleppa upp í part og fáa lut í stóra ríkidøminum, ið uppsjóvarfiskiskapurin kastar av sær.
Vegurin fram at stóru virðunum hevur higartil verið kringlutur fyri lutfalsliga nýggja felagið við heimstaði í Vági.
Reiðaríið byrjaði sítt virksemi við einum royndarloyvi at fiska hvítingsbróðir í føroyskum sjógvi. Fyrsta árið, sum var 2012, leigaði felagið gamla Christian í Grótinum til endamálið, og í fjør keypti reiðaríið skipið Grunnabarð úr Norra, haðani skipið varð bygt síðst í sjeytiárunum.
- Grunnabarð kostaði umleið 11 milliónir krónur at keypa, og harumframt hava vit brúkt nakrar milliónir krónur uppá skipið síðani, sigur Alex N. Vilhelm.
Hóast íløguna í at keypa skip hevði Grunnabarð tó framvegis bara royndarloyvið eftir hvítingsbróðuri at dúva uppá.
Tá avtornaði bleiv so sum so við royndarfiskiskapinum. Grunnabarð landaði bara tvær lítlar lastir av hvítingsbróðuri, ávíkavist 17 og 48 tons, ið báðar fóru til Havsbrún.
- Orsøkin til at vit steðgaðu var, at vit mistu allan reiðskapin, sigur Alex N. Vilhelm.
Pengarnir blivu í staðin tjentir í makrel- og sildafiskiskapi.
- Vit høvdu skip og manning tøka, og reiðaríið Thor hevði nøkur loyvi liggjandi. So tað passaði sera væl, greiðir Alex N. Vilhelm frá.
Grunnabarð bleiv tí seldur úr Vági til reiðaríið í Hósvík fyri 20 milliónir krónur. Undir ymsu feløgunum hjá Thor var Grunnabarð við til at fiska tilsamans 20.000 tons av makrel og sild í fjørsummar og –heyst, partvís saman við Sermilik II, umframt at skipið eitt skifti virkaði sum móttøkuskip fyri Phoenix og Sardis.
Tá vertíðin var av, bleiv Grunnabarð seldur aftur til Vágs fyri neyvt somu upphædd, 20 milliónir krónur.
- Reglurnar eru soleiðis, at skip og kvotur mugu hanga saman, og tí bleiv tað gjørt soleiðis, greiðir Alex N. Vilhelm frá.
Reiðarin er sera væl nøgdur við samstarvið við Thor:
- Møguleikin var kærkomin fyri okkum, og ætlanin er at halda fram við samstarvinum við Thor, sigur Alex N. Vilhelm.
Sambært reiðaranum er verandi fiskivinnuskipan trupul fyri tey, sum ætla sær inn í vinnuna.
- Skal tú hava fígging til skip, so mást tú hava kvotur at vísa á. Og skal tú hava kvotur, so mást tú kunna vísa á eitt skip. Men vit eru komnir víðari, millum annað takkað verið góðum samstarvsfeløgum, sigur Alex N. Vilhelm.
Søkja kvotu
Heldur ikki í ár hevur Grunnabarð nakað annað at byggja sítt virksemi á enn eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri. Tann støðan skal broytast, stendur tað til reiðaran.
- Jú, vit hava søkt Fiskimálaráðið um silda- og makrelkvotu til Grunnabarð. Tilsamans okkurt um 8000 til 10.000 tons. Uppsjóvarkvoturnar eru stórar, so pláss eigur at vera fyri nýggjum aktørum. Og eisini halda vit tað vera rímuligt, at kvoturnar verða býttar meira javnt út til øll øki í landinum, argumenterar Alex N. Vilhelm.
Sum tað triðja vil reiðaríið hava part av føroysku svartkjaftakvotuni, sum í ár er tilsamans 289.000 tons.
- Vit hava søkt um áleið 15.000 tons, svarandi til umleið fimm prosent av heildarkvotuni. Eisini her halda vit tað vera rímiligt, at veksandi ríkidømið í svartkjaftinum verður býtt meira javnt millum øll øki í landinum, sigur Alex N. Vilhelm.
Reiðarin peikar á grein-2 í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum ásetir at fiskivinnan skal skapa inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi kring alt landið.
Enn hevur reiðaríið tó einki hoyrt aftur úr Fiskimálaráðnum.
- Nei, vit hava einki hoyrt aftur. Men vit vænta, at okkurt kemur hendavegin, sigur Alex N. Vilhelm.
Nýtt skip
Hóast South Pelagic tískil bara hevur eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri at halda seg til, í hvussu er á pappírinum, so hevur reiðaríið stórar ambitiónir og ætlanir.
- Vit hava ítøkiligar ætlanir um at keypa eitt skip afturat. Keypið er í stoypiskeiðini og fíggingin er komin uppá pláss, váttar Alex N. Vilhelm.
Skipið, talan er um at keypa, er í dag ogn hjá føroysku samstarvsfeløgnum hjá South Pelagic í Hirtshals. Talan er um uppsjóvarskipið Asbjørn, sum herfyri fekk navnið Asbjørn Senior. Skipið leyp av og varð sett á sølulistan, tá reiðaríið Asbjørn við føroyinginum Fríða Magnussen á odda í fjør keypti uppsjóvarskipið Gitte Henning frá reiðaranum í Skagen, Henning Kjeldsen, sum í sínum lagi var í holt við at byggja eina spildurnýggja ”Gitte Henning.”
- Asbjørn Senior er eitt sera gott skip við stórari maskinorku og góðari køliskipan. Tað skal eftir ætlan fiska sild, makrel og svartkjaft, sigur Alex N. Vilhelm um skipið, ið lastar umleið 1300 tons.
Enn vil reiðarin ikki upplýsa keypsprísin fyri skipið, ið er 14 ára gamalt.
- Men fíggingin er komin uppá pláss, so keypið kann fremjast fyrsta dagin, sigur Alex N. Vilhelm.
Gongst sum reiðaríið í Vági ætlar, so hava tey um stutta tíð tvey skip í sínum flota. Tí ætlanin er at varðveita Grunnabarð.
- Fleiri møguleikar eru við Grunnabarði. Vit síggja góðar møguleikar í samstarvinum við Thor, og eisini vóna vit at fáa royndarloyvið eftir hvítingsbróðuri gjørt um til eitt varandi loyvi, sigur Alex N. Vilhelm.