- Vit eru best í slíkum dystum

Spælskiparin hjá strandingum, Pauli Hansen, hevði ein heilt góðan dag leygardagin, og hann fegnaðist um steypasigurin

Umframt at verða ein av bestu fótbóltsspælarunum í landinum, so er Pauli Hansen eisini vorðin ein týðandi leikari á besta liðnum hjá StÍF. Bæði í álopinum, har hann er spælskipari, og ikki minst í verjuni, har Pauli hevur leiklutin sum tann, ið verjir frammalaga mitt á og skal órógva spælskiparan hjá mótstøðuliðnum.
Tá ið vit fingu orðið á Paula, beint áðrenn teir fóru upp á pallin eftir gullkrónum og steypi, var hann, sum verða man, sera fegin.
- Hetta er veldugt. Eg veit ikki, hvussu tað ber til, men vit eru altso best, tá ið talan er um slíkar dystir, har tað er antin eller. Tá fáa vit ein serligan gejst og stríðast sum úlvar, sigur Pauli.
- Eg skuldi verja frammi á Inga, men tíverri fyri teir noyðist hann út, og tað ger uppgávuna hjá okkum munandi lættari, heldur Pauli Hansen og leggur afturat, at tað eisini var umráðandi, at skjúttarnir hjá StÍF komu í gongd, tí teir hava sera stóran týdning fyri liðið.