Orka
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Hesa vikuna eru tvey oljuóhapp hend í Føroyum. Er tilbúgvingin blivin róst í samband við hetta? Nei, ha? Hvussu skulu vit so gera við kjarnorku?
Tað spyr Vilhjálmur Nielsen, doktari og ráðgevi í orkuspurningum, nú kjakið um framtíðar orku í Føroyum aftur verður tikið upp í Løgtinginum.
Tjóðveldi hevur lagt tvey mál um orkuspurningin til samtyktar fyri Tingið. Annað snýr seg um minkingar av CO2 útláti og hitt um menning av varandi orku. Tey málini hava verið í rættarnevndini hjá Løgtinginum til viðgerð, og har hevur Vilhjálmur Nielsen, ið er orkuráðgevi, gjørt viðmerkingar til málini.
Óseriøst at tosa um kjarnorku
Tá áður hevur verið tosað um framtíðar orkumøguleikar í Føroyum, hevur eitt eventuelt kjarnorkuverk verið uppi og vent fleiri ferðir. Tað tykist heldur ikki sum at politikararnir vilja sleppa hesum tankanum.
Vilhjálmur Nielsen sigur, at hann heldur tað verða djúpt óseriøst at blíva við at tosa um kjarnorku í Føroyum.
- Eg mangli at hoyra eitt einasta argument fyri at gera kjarnorkuverk í Føroyum. Vit hava hvørki sakkunnleikan ella ta umsitingarskipan, ið skal til fyri at hava kjarnorku. Harafturat er orkutørvurin í Føroyum so lítil, at tað er ein trupulleiki í sær sjálvum. Tí haldi eg, at tað er óseriøst at tosa um kjarnorku, sigur Vilhjálmur Nielsen.
Hvørki bíligt ella grønt
Sambært Vilhjálmi Nielsen er kjarnorka hvørki bílig ella so grøn, sum summi vilja vera við.
- Gamaní er einkulta verkið CO2 neutralt. Men tá hevur tú ikki tikið alt viðsíðunaav við eisini. Tú brúkar rættiliga nógva orku til at fyrst útvinna uranið, upp á flutning av burturkastinum, at byggja kjarnorkuverkið og so framvegis. Tá tú tekur alt tað við, er eitt kjarnorkuverk ikki so grønt, sum summi vilja vera við.
Tað, ið er avgerandi tá slíkar avgerðir skulu takast, er tað, ið stendur á teirri endaligu botnlinjuni. Og tá stendur heldur ikki so væl til við prísinum.
- Tú kann gott fáa ein lágan prís fyri hvønn kilowatttíma, men tá roknar tú ikki tann kostnaðin við, sum er allastaðni rundanum. Tú skal hava sakkunnleika allastaðni rundanum. Tað krevur serliga útlærd fólk, og tú má hava avtalur um at sleppa av við avfallið. Tað er ikki nakað, tú bara ger, og tað kostar. Harafturat má tú hava eina backuppskipan, ið klárar at nøkta tørvin hjá øllum landinum tá óhappið er úti. Eg sigi ikki um, men tá óhappið er úti, og neyðugt er at sløkkja av eini ella aðrari orsøk.
- Harafturat eru føroyingar ikki júst kendir fyri at fylgja fortreytunum og krøvunum um umhvørvi. Nóg illa helvtin av kommunum uppfylla krøvini til umhvørvi, vísir Vilhjálmur Nielsen á.
Gloymið íslandskaðalin
Sambært Vilhjálmi er tað at leggja ein elkaðal til Íslands heldur ikki nakað gott hugskot.
- Íslandskaðalin kann vera áhugaverdur undir ávísum fortreytum, men tær fortreytir eru als ikki uppfyltar. Ein slík ætlan kostar umleið 2,7 milliardir krónur, og fyri at fáa búskap í eina slíka ætlan, krevur tað, at elnýtslan er so stór sum møguligt. Hetta merkir so at einki skal gerast í Føroyum fyri at spara orku, og tað forðar allari menning av varandi orku í Føroyum, vísir Vilhjálmur Nielsen á.
Vilhjálmur Nielsen vísir eisini á, at um ein slík ætlan sum at leggja ein kaðal til Ísland verður førd út í lívið, verður neyðugt at byggja eina neyðskipan í Føroyum, sum stendur klár at taka yvir, tá onkur feilur verður á elveitingini.
- Tú má hugsa um, at um tú hevur eina einsamalla framleiðslueind, sum Ísland vil vera í einum slíkum føri, so má tí altíð hava nakað tøkt, tá tann eindin dettur burtur. Frá at hava 20 til 30 prosent í yvirkapasiteti, sum tað er nú, skal tú so yvir til 100 prosent yvirkapasitet, staðfestir Vilhjálmur Nielsen.
Elfelagið SEV sigur eisini í sínum viðmerkingum til málið, at metingin av kostnaðinum av verkætlanini á umleið 2,7 milliardir krónur er alt ov lágt sett, og at ætlanin tískil verður uppaftur dýrari.
Brúkið peningin í Føroyum
Vilhjálmur Nielsen er av teirri sannføring, at tú sparir einki við at leggja teg á ein einsamallan veitara av streymi.
- Tú sparir einki við at hava bara ein veitara. Tú kemur nógv longri við eini menning av eini føroyskari skipan, tí tá finnur tú loysnir, sum passa betri til Føroyar. Tá finnur tú útav, hvussu eitt land kann klára seg sjálvt við varandi orku, og tann vitanin, hvussu tú fær eina slíka skipan at koyra, kann vera sera áhugaverd hjá øllum øðrum londum at taka til sín, tí øll londini ganga tann vegin. Tí er tann peningurin nógv betri brúktur í Føroyum, staðfestir Vilhjálmur Nielsen.