"Vit eru glað" konsert í Runavík

Tíðindaskriv

 

Sunnudagin 28. Oktober verður barnakonsert í Ítróttarhøllini í Runavík. Á skránni verður mangt og hvat. Umframt nógvan sang, kemur eisini eina dramabólkur at framføra tvey drama, og vit fáa vitjan av tveimum nýggjum dukkum, sum koma at tosa við børnini og siga teimum eitt sindur um hvat tað er at verða vinir og hvussu ein kann blíva glaður.

Sanginir verður eisini nógv um hetta at verða glaður og um tann besta vinin vit eiga - JESUS. Ein stórur partur av fløguni Vit eru glað verður at hoyra, eisini hoyra vit eitt barnakór og ein nýggjan sangbólk við 4 toftagentum. Børnum dáma væl at syngja við, og tað fáa tey eisini møguleika til á hesi konsertini. Tvær ungar gentur koma at syngja kór saman við børnunum og 5 musikkarnir, úr Eysturoynni, koma at spæla undir.

Konsertin í Runavík verður tann síðsta, ið "Vit eru glað" ætlar at hava á hesum sinni. Í trý vikuskiftir út í eitt hava tey vitja Suðuroynna, Vágoynna og Sandoynna. Hetta hevur tikið nógva tíð, og ætlanin var ikki at hava fleiri konsertir enn hesar trýggjar - men tað góðtóku teir lokalu Eysturoyingar ikki - og hildu vit eisini tað kundi verða spennandi at enda við einari konsert á heimabana.

Konsertin í Runavík verður also sunnudagin 28. oktober kl. 15.30. Atgongumerki á kr. 30 eru at fáa við dyrnar.