Vit eru ikki so víðgongdir longur

Tilhaldið Sóljan í Klaksvík er ætlað teimum eldru. Og tey eldru fegnast eisini um hetta staðið, her tey hittast fýra ferðir um vikuna.
Tiltøk eru bæði innanveggja og uttanveggja, og í næsta mánaði verður leiðin løgd til Noregs.

Klaksvík: Klokkan er farin at nærkast trý henda seinnapartin mikudagin í tilhaldinum Sóljuni.
Enn eru bara nakrar heilt fáar konur og ein einstakur maður komin higar. Tær sita og práta við eitt borð, meðan hann lesur í einumhvørjum tíðarriti.
Tónleikur ljóðar úr fløguspælaranum, men annars er rættiliga friðarligt og fólkatómt, - enn, væl at merkja.
Um lítla løtu vita tey kortini, at fleiri fara at koma  kanska eini 20-25 aftrat. Hóast opið er frá kl. 13:30, so verður klokkan oftast 15 áðrenn tey øll eru komin.
Tey koma oftast ein og ein, og soleiðis gongur eisini í dag. Hurðin gongur nakrar ferðir, og nú fara borðini so smátt at fyllast við eldri, hugnaligum klaksvíkingum og árnfirðingum.
Her hava tey so sanniliga møguleika at hugna sær. Hølini eru kanska heldur trong ein dag, tá øll møta, men hugnanum bilar kortini einki.

Ikki víðgongdir
Nú hoyrist eitt prutl uttanfyri, og løtu seinni kemur ein eldri maður inn.
Hann lítur seg íkring eina løtu fyri líkasum at tjekka av, hvør er komin higar í dag. Hann nærkast tí eina borðinum.
 Nå, árnfirðingar farnir í býin í dag?!, spyr hesin fryntligi og fyrikomandi maðurin.  Nú, hvat gera tey har yviri í dag?
Teir báðir kennast, og hin svarar bara:
 Eg skal siga tær akkurát sum tað er, at eg sá ongan í morgun. Ikki ein einasta ein, sigur hann.
Innkomni klaksvíkingurin tekur ímóti svarinum, og sigur so:
 Nú so. Nei, vinurin. Vit eru ikki so víðgongdir longur.
Prátið gongur eina løtu aftrat. Nú kemur leiðarin fyri tilhaldið, Mamy og bjóðar heitt kakao og bollar.
Hetta er fast punkt á skránni mikudagar. Og slíkt er ikki at forsmáa!

Aldur og aldursbrek
Ein annar av monnunum við borðið er 76 ára gamli klaksvíkingurin, Hjalmar Waag Høgnesen.
Hann, árnfirðingurin og innkomni klaksvíkingurin hava nógv at práta um. Prátað verður um veður, vind, aldur, aldursbrek og dagsins mál í næststørsta býi okkara.
Hjalmar er komin her í eina tíð - onkutíð regluliga og til aðrar tíðir av og á.
Fyri hann er Sóljan eitt kærkomið høvi at hitta onnur fólk.
 Her er gott at vera. Eg hitti altíð onkran at práta við. Og so eru tað eisini bløðini, sum eg kann lesa her, sigur Hjalmar.
Hóast tað er lýtt í veðrinum í dag, so er ein heitur koppur av kakao ikki av vegnum. Jú, tær báðar Mamy og Marita eru óførar at skipa fyri.

Ein passiar
Teir tríggir við borðið verða avbrotnir enn eina ferð.
Hesa ferð er tað ein av eldru konunum sum spyr, um teir ikki vilja hava fleiri av vælsmakkandi bollunum. Teir taka allir av.
 Deiligir bollar, sigur ein teirra.  Teir eru altíð so góðir her.
Innkomni maðurin nikkar samtykkjandi, fær sær tann seinasta bitan í munnin og ger seg til at fara.
 Nei, nú fari eg. Eg ætlaði ikki at vera so gamal her í dag. Tað er bara so gott at fáa ein passiar við nakrar skilamenn soleiðis av og á.
Hann fer yvir til grannaborðið fyri at siga teimum farvæl. Her sita fýra mans og spæla kort. Ein teirra er komin higar júst í hesum ørindum.
Kortspælið gongur sína gongd. Ein whistur er á skránni, men hetta umfarið er ikki so áhugavert, tí allir hava nolað.
Hann prátar við teir eina løtu, og fer síðani út aftur í góðveðrið.

Læra nakað nýtt
Klokkan er framvegis ikki meiri enn 4 og seinnaparturin bara hálvrunnin.
Tann eina av kvinnunum fer afturum ein vegg, og løtu seinni er bobb-spælið komið fram.
Hjalmari dámar væl at bobba, og er ofta við í dysti her. Annars er áhugi hansara eisini at læra seg meiri um teldur.
Her í tilhaldinum eru fleiri farteldur og ein borðtelda, og tær skuldu gjarna verðið brúktar. Mikudagur er nevniliga teldudagur.
 Eg ætli mær at læra meg eitt sindur um teldurnar. Vita, um tað riggar.
 Ein er væl aldri ov gamal til at læra nakað nýtt, ha?!
Svar uppá spurningin fær hann ikki, tí nú verður rópt á hann:
 Kom nú, Hjalmar! Nú fara vit at byrja, sigur henda kvinnan, Óluva av navni.
Hjalmar drekkur tað seinasta úr koppinum, og er so til dystin fúsur.
Tey eru fýra rundan um borðið, so tey kappast móti hvørjum øðrum, tvey og tvey saman. Hesa ferð eru tað menninir móti kvinnunum.
 Vit klára altíð eini 2-3 popp-spøl ein slíkan dag.
 Tað er so gott at røra seg!, sigur Óluva.






 Her er altíð onkur at práta við



Hvørja ferð tilhaldið er opið fer Óluva Dalsenni frá húsum.
 Her er gott at vera, og her hittir ein altíð onkran at práta við, sigur henda 78 ára gamla kvinnan.



Eldrahugni


Klaksvík:  Í dag havi eg sett mær trý ting fyri: Eg ætli mær at binda, fáa mær ein góðan drekkamunn og so spæla nøkur popp. Telduna, hana tosi eg minni um.
 Ja, og so práta vit sjálvandi eisini nógv, sigur 78 ára gamla Óluva Dalsenni úr Klaksvík.
Hon er ein av teimum trúføstu í tilhaldinum, og kemur higar fýra ferðir um vikuna.
Henni dámar sera væl at røra seg. Og er veðrið gott, so gongur hon bæði frá húsum og aftur til hús síni á Skáltavegi.
 Tað tekur ein hálvan tíma hvønn vegin. So slíkar dagar fái eg nógva motión og nógva fríska luft.
 Vit trena til at ganga gjøgnum Norðoyatunnilin, sigur henda kvinnan, sum aldur illa sæst á.
Dagin fyri høvdu hon og fleiri onnur frá tilhaldinum verið ein gongutúr í býnum.
Teimum, ið dáma at ganga túrar, sleppa tað so ríkiliga!

Mynstur
Óluva Dalsenni hevur havt sína føstu gongd her í tilhaldinum tey seinastu fimm árini.
Hon er sera fegin um henda møguleikan at hitta onnur.
 Eg eri einsamøll í húsi, og tí er gott at koma higar fyri at hitta onnur. Her er altíð onkur at práta við.
 Og er man heldig, so kann man eisini fáa okkurt nýtt mynstur at binda frá hinum, sigur hon.
At henni dámar væl at binda, er skjótt at staðfesta. Stokkarnir ganga so týttir, samstundis sum hon prátar við hinar kvinnurnar við borðið.
 Jú, hetta tilhaldið er alletiders, sigur hon.

Til Bergens
Tilhaldið í Klaksvík hevur fasta skrá hvørja viku. Men av og á gera tey kortini ymiskt, sum ikki stendur á hesi skránni.
Nógv av teimum eldru síggja í løtuni fram til dagarnar 16. til 20. mars. Tá fer tilhaldið nevniliga eina ferð til Bergens.
Tekningarlistin er komin á veggin, og har standa í løtuni 16 nøvn. Men tey vænta, at tá avtornar verða tey helst eini tríati í tali.
 Um eg fari við? Sjálvandi geri eg tað, sigur Óluva.




Vikuskráin í Sóljuni

Mánadagin: Kl. 14: Fimleikur. Kl. 16: Sangur
Týsdagur: Kl. 9:30: Gongutúrur. Kl. 11: Vit lesa bløðini. Kl. 12: Døgurði
Mikudagur: Kl. 13:30: Telda
Hósdagur: Kl. 10: Fimleikur. Kl. 11: Telda. Kl. 13:30: Vit lesa bløðini.

Drekkamuður er at fáa hvønn dag. Møguleiki er at gera yniskt handarbeiði, spæla kort, bobb, kánus o.a. Bløðini eru altíð til taks. Hvønn dag enda vit við andakt og sangi.