Føroyska samfelagið brúkar nógvar ferðir minni pening upp á lesandi enn tey gera í restini av ríkisfelagsskapinum, í Danmark og í Grønlandi.
Tað staðfestir Felagið Føroyskra Studenta, MFS.
Fróðskaparsetrið hevur rópt varskó, tí játtanin, ætlanin er at seta av á fíggjarlógini fyri næsta ár, røkkur ikki til varðveita tað virksemi sum er.
Í eini fráboðan í morgun, finst MFS at sparingunum og hartar landsstýriskvinnuna í sama viðfangi.
Og MFS vísir samstundis á, at tað er stórur munur á, hvussu stóra upphædd tey ymsu londini í ríkisfelagsskapinum brúka upp á lesandi.
Hyggja vit at londunum kring okkum, og hvørjar íløgur verða gjørdar í universitetsútbúgvingar, kunnu vit skjótt ásanna, at íløgurnar eru upp í fýra ferðir hægri í hesum londum, enn tær eru í Føroyum, sigur MFS.
MFS vísir á, at í Grønlandi leggja myndugleikarnir 122,3 milliónir krónur í universitetsútbúgvingar til 700 lesandi. Hetta gevur eina útreiðslu upp á 14.561 upp á hvønn lesandi um mánaðin.
Í Danmark verða 25,3 milliardir krónur brúktar nýttar upp á 66.500 lesandi. Hetta svarar til eina upphædd upp á 31.713 krónur upp á hvønn lesandi um mánaðin.
Men í Føroyum eru útreiðslurnar 7.308 krónur upp á hvønn lesandi um mánaðin til tey gott 1000 lesandi, og tað er helvtina minni enn í Grønlandi, og fýra ferðir minni enn í Danmark.
– Vit kunnu tí staðfesta, at hvat viðvíkur tí at raðfesta universitetsútbúgvingar, liggja Føroyar liggja langt aftanfyri grannalondini, sigur MFS.