UMMÆLI
??????????
Sendingin um Jens Paula Heinesen í sjónvarpinum sunnukvøldið byrjar vakurt við eini dreymakendari intro, hetta boðar frá góðsku. So byrjar ein grafologur at tosa um Jens Paula Heinesen. Hesin meinar, at Jens Pauli sum persónur er skipaður, dugir at skoða heildir o.s.fv. Men hví hesi danin skal við, dugi eg ikki heilt at skilja?
Síðani koma nógv ymisk fólk og siga okkurt um Jens Paula, men brotini har Jens Pauli Heinesen ger sum hann vil, og sigur okkurt óvantað, eru best.
Jógvan Isaksen og ein annar hava eina samrøðu, ið hevur spennandi perspektivir, teir tosa um at vera ein eygleiðari, um einsemi og um Jens Paula, at hesin ikki er nóg nógv virdur, ella lisin. Hetta var nú ikki mín mynd, eg havi altíð lisið Jens Paula, virt hann um so nú fjøldin dámdi hetta ella ikki.
Tey brotini eru best, har høvundin sjálvur tosar um, at verðin er stór. At vit øll eru rekamenn. Hann tosar um einsemi, at neyðugt er at droyma stórar dreymar. Hann heldur fyri, at hann sjálvur ikki er eitt vónsvikið menniskja. Hetta er tað besta í sendingini, men eftir hetta endar alt i kaos. Í rúminum er ein sjónvarpsmaður saman við Jens Paula. Men torført er at siga, um ikki Gunnar Hoydal og Martin Næs eisini eru til staðar. So siga teir "cut" men filma víðari í besta "dogme" stíli. Her skilti eg ongantíð, hvat Gunnar Hoydal vildi siga, eg bíðaði eftir honum, tí hann er ein gløggur maður, men einki kom aftur frá honum!?
Jens Pauli mutar ímóti haldi eg, hann tímir ikki at tosa um pening og fisk. Hann tímir ikki at vera við, og eg skilji hann væl.
Hyggjarin sendist aftur og fram, so eru vit reint topografiskt í Danmark! Og vitja eina danska kvinnu, men hví tað? Her fer sendingin yvir til stílin hjá "Forsvundne danskere", og hetta klæðir ikki sendingina. Hvat ólukkan er meiningin Gulla Øregaard? Hon hevur nógv góð fólk, hon kundi brúkt betur, men hon veit ikki, hvat hon vil. Er hetta eitt "portræt", ella um skaldskapin? Hon roynir helst at gera bæði, t.v.s at gera eina lýsing av persóninum við støði í tí bókmentaliga, men hon dugir ikki, sum t.d. Hanus Kamban dugir tað, at halda reyða tráðinum allan vegin. Spurningarnir eru eisini vánaligir, tað er sum um hon ikki torir niður í skaldsøgurar, men vil brestast aftur og fram í tí ævisøguliga. Her væntar ein nógv strammari stýring. Eingin nevnir Hugin ella Duritu við einum orði og tað er óluksáliga løgið. Í staðin skulu vit hoyra graml um pening, um tilvildarlig vinaløg.
Samandrátturin og niðurstøðan hjá mær er, at henni væntar mót til abstraktión, at fara á flog og at vera á flogi. Ikki minst væntar pathos, t.v.s. skil fyri at blanda tað vakra við tí áhugaverda og álvarsama, ið t.d. upplestur úr verkunum kundi gjørt, við okkara dugnaligu ungu sjónleikarum.
Tónleikurin er ótrúliga vakur, men hesin stemningur hvørvur, tá Gulla roynir at spyrja Jens Paula um okkurt hálvbýtt. Her vantar ein persónur, ið kann geva Jens Paula afturspæl í samrøðunum, so tær gerast viðkomandi, tí Jens Pauli er ein viðkomandi høvundi.
Fyri at siga tað sum tað er, Gulla Øregaard er ein reinur amatørur, og sum ein "kúgv á ísi" í hesi sendingini, og tað er óluksáliga synd fyri Jens Paula. Hon anar ikki, hvat hon vil. Ringast av øllum, hon er ikki á bylgjulongd við Jens Paula.
Eg havi stóra virðing fyri bókmentaligum ella ævisøguligum sendingum og filmum, havi sæð eina ørgrynnu. Serliga vakur er hann hjá Chr. Braad Thomsen um Karen Blixen, hann um Søren Ulrik Thomsen, og ein DR gjørdi um skaldskapin hjá William Heinesen. Sendingarnar hjá Hanus Kamban um Janus Djurhuus, vóru á einum lágum tekniskum støði, men vóru tó ótrúliga vakrar og her var ein stram stýring, ikki minst ein ótrúlig vitan aftan fyri.
Vónandi kemur annar partur at vera eini 100% betri enn hin, so hetta kann viga hin vegin, men hesin parturin var eitt stórt vónbrot. Ein flott sending, brúktir er nógvur peningur, men úrslitið er nærum ein vanlukka.