Poul Geert Hansen sigur, at sambært lóg er sjúkrahúsleiðslan setanarmyndugleiki á Landssjúkrahúsinum, men ikki uppsagnarmyndugleiki, tá ið talan er um uppsøgn uttan umsókn. Hann heldur tískil ikki, at tað var ein ógyldug avgerð, ið sjúkrahúsleiðslan tók, tá ið hon sendi Jóhan Petur Davidsen til hús.
Fleiri vóru misnøgd
Spurdur hvussu tað ber til, at Landssjúkrahúsið valdi bert at gera bráðneyðugar viðgerðir, meðan verkfall var, samstundis sum Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús koyrdu við fullari megi, sigur Poul Geert Hansen:
- Vit eru meginsjúkahús, og tí er nógv meiri virksemi sum heild á Landssjúkrahúsinum, enn tað er á hinum báðum sjúkrahúsunum. Vit eru fyri so vítt eisini megingoymsla fyri alt sjúkrahúsverkið. Vit viðgjørdu málið í leiðsluni og í leiðslubólkinum, og avgerðin bleiv so tikin, hóast tað vóru fleiri, sum ikki vóru nøgd við avgerðina. Í einari organisatión vilja tað tó altíð verða summi, sum eru misnøgd, sigur Poul Geert Hansen.
Sjúkrahússtjórin hevur annars ikki hug til at gera tær stóru viðmerkingarnar til málið, tí talan er um eitt persónsmál.