Vit fáa bert ein møguleika

Eru føroyingar ikki við í oljuvinnuni frá byrjan, so verða vit als ikki við, sigur Marner Jacobsen, virkandi stjóri í Føroya Sparikassa, um orsøkina til at teir hava sett pening í Atlantic Petroleum

Tað er tann øvugta verð. Føroya Sparikassi er partaeigari í nýggja oljufelagnum, men Føroya Banki er ikki.

Vit hava spurt Marner Jacobsen, virkandi stjóra, um orsøkina til, at Sparikassin er farin við í tiltakið.

Hann sigur, at vit mugu minnast til, at vit fáa bert ein kjans í oljuvinnuni. Eru vit ikki við frá byrjan, so verða vit als ikki við.

? Fyri at kunna gera nakað um seg í oljuvinnuni, so er neyðugt við nógvum kapitali, og vit vita hvussu torført tað er at útvega partapening í Føroyum.

? Vit halda at hetta er eitt gott tiltak, og tað skuldi ikki detta niðurfyri av tí at vit ikki vildu hjálpa til.

Marner Jacobsen ger vart við, at sparikassin bert eigur uml. 8 prosent av partapeninginum, og at hesin lutur minkar, tá meira partapeningur verður teknaður.

? Ongin partaeigari kann eiga meiri enn 20%, og vit tryggjaðu okkum, at tað fer at standa øllum í boði, at tekna partapening.

? Her er ikki talan um ein eksklusivan klubba sum vit stuðla, men eina fyritøku sum verður fyri allar føroyingar.

? Fyri okkum er talan um eina passiva íløgu og vit fáa onga ávirkan á hvussu felagið verður rikið, sigur Marner Jacobsen, at enda.