Gunnar Mohr er stjóri í heilsøluni P/F Poul Michelsen

Vit fingu vøru meðan fakfeløg svóvu í tímanum

Tað er beinleiðis lygn, tá sagt verður, at vit hava lumpað okkum til at fáa vørur í handlarnar, sigur Gunnar Mohr, stjóri hjá P/F Poul Michelsen

Gunnar Mohr er stjóri í heilsøluni P/F Poul Michelsen

– Tað passar, at vit fingu vøru niðan av Norrønu annan hvítusunnudag. Men tá vóru vit øll á starvsfólkútferð í Edinbourg. Eingin var til arbeiðis hjá okkum. Trailarin stóð her, tá vit komu, og vit tømdu hann sjálvandi og fingu vøruna upp á pláss. Tá tey siga, at vit hava snýtt við at brúka undantaksloyvi fyri Landssjúkrahúsið til ta vøruna, so er tað beinleiðis lygn, sigur Gunnar Mohr.

Hann sigur, at tey vistu ikki, at hendan vøran bleiv koyrd niðan, og skilti ikki reiðiliga, hvussu tað bar til. Hann sigur, at eisini aðrar fyritøkur fingu vørur hendan dagin, tí at verkfalsvaktirnar eftir øllum at døma hava sovið í tímanum.

Men hann viðgongur, at tey hava fingið ov nógva vøru heim nú til Landssjúkrahúsið. 

– Tey kunnu gott kalla okkum kúllasligar kapitalistar, og vit tosa sjálvandi hvør í sínum lag fyri okkara sjúku mostur. Men hetta hevur altso ikki so nógv upp á seg. Vøran, sum er komin til Landssjúkrahúsið er øll farin á Landssjúkrahúsið.

 

Men Samtak sigur seg hava lagt hald á vøruna?

 

– Tað kunnu tey kalla tað. Har er ov nógv vøra, og vit hava avtalað, at vøran, sum Landssjúkrahúsið ikki nýtir, verður koyrd til røktarheim, sambýli og aðrar slíkar stovnar, sigur Gunnar Mohr.

Hann sigur, at talan er um 11 plattar, sum hevði munað so lítið úti í handlunum.

Hann vísir á, at tey altíð hava góð viðurskifti við Havnar Arbeiðarafelag. Nú er verkfall, og tað merkist sum vera man.

– Men tá hetta er yvirstaðið, og eru vit øll vinir aftur, tað ivist eg ikki í, sigur Gunnar Mohr, stjóri í heilsøluni, Poul Michelsen.

 

 

Gunnar Mohr er stjóri í heilsøluni P/F Poul Michelsen