Vit góðtaka ikki ákærurnar

Vit kunnu ikki lastast fyri at hava fyrireikað okkum væl, sigur Vindrøkt

– Vit góðtaka ikki ákærurnar um, at tað eru vit, sum eru orsøkin til, at tað dregur út at byggja fleiri vindmyllur í Føroyum. Tað sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo, sum eisini er vorðin partaeigari í Vindrøkt, sum arbeiðir við at byggja vindorkuna út.

 

Tað hann sipar til, er ein fráboðan frá Sev í gjár, har elfelagið sigur, at tað Vindrøkt, og tann, sum festir Hoyvíkshagan, sum liggja í buktini

 

 

Les meiri um tað við at trýsta HER

 

 

Síðani 2003 hevur Vindrøkt áhaldandi arbeitt við at økja um nýtsluna av okkara grøna tilfeingi, og í tí sambandi hevur felagið fyrireikað seg til framtíðar útboð.

 

Hann vísir á, at myndugleikin hevur víst á tíggju øki, sum teir meta eru egnað til vindorku. Tvey av hesum økjum eru Junkarahagin í Kvívík og Hoyvíkshagin. Hesi øki hevur Vindrøkt samstarvsavtalu við, og tey eru sostatt klár hjá Vindrøkt at fara í gongd við, sigur Janus Thomsen.

 

Hann sigur, at verður arbeitt eftir sama leisti sum higartil, kann vindmyllulundin í Hoyvíkshaganum verða klár næsta ár at geva umleið 6.000 húsarhaldum streym.

 

– Harafturat kann SEV spara 30-40 milliónir krónur í oljunýtslu um árið. Annars er Vindrøkt  ikki vitandi um, at onnur øki eru gjørd klár, hvørki av myndugleikanum ella SEV, sigur Janus Thomsen. Og er tað so, eigur tað ikki at verða lastað Vindrøkt fyri at hava fyrireika seg, leggur hann afturat.

 

– Vindrøkt og festarin í Hoyvíkshaganum, kunnu ikki góðtaka at verða ákærd fyri at verða orsøk til, at vindorkan ikki er meira útbygd í Føroyum, sigur Janus Thomsen.

 

– Tvørturímóti hevur Vindrøkt áhaldandi boðið sær til at fara undir verkætlanina í Hoyvíkshaganum, og vil SEV vera við í samstarvinum, eru tey vælkomin til tað, sigur Janus Thomsen.