– Hóast vit ikki eru komin á mál enn, haldi eg, at tað almenna ger nógv fyri at tryggja øllum sínum borgarum ein bústað. Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.
Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana um hon heldur, at hjálpin, ið heimleysar familjur, og einstaklingar fáa, í royndunum at finna sær bústað, er nøktandi?
– Í einum ríkum vælferðarsamfelag sum okkara, er tað undranarvert, at tað eru familjur og einstaklingar, sum ikki hava atgongd til ein hóskandi bústað, sum tey klára at gjalda fyri, sigur Heðin Mortensen. Men hann staðfestur samstundis, at akkurát hetta er støðan í Føroyum í dag og tí missa vit fólk av landinum.
– At skapa fólki ein møguleika at seta búgv, er ein av fremstu uppgávunum hjá politiska myndugleikanum, men fyri fyri mær at síggja hevur landsstýrið mestsum kastað frá sær, sigur Heðin Mortensen.
Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, ikki samd í, tí hon heldur, at tað almenna ger nógv fyri at tryggja øllum ein bústað. Higartil hava Bústaðir útvegað 343 bústaðir kring landið og í løtuni verður arbeitt við at útvega yvir 150 íbúðir afturat, so at Bústaðir fara at hava 500 bústaðir tilsamans.
Landsstýriskvinnan vísir á, at hetta seinasta árið eru fólk flutt inn í 48 nýggjar íbúðir í Havn og á vári í 2022, verða 40 íbúðir til taks afturat í Havn.
– Stutt fyri jól legði eg lógaruppskot um bústaðapakka fyri løgtingið, har høvuðsdentur verður lagdur á at lata Bústaðir fáa fígging til at byggja íbúðir fyri 450 milliónir afturat.
Harafturat er endamálið við bústaðarpakkanum at eggja privatum at byggja fleiri bústaðir, og eisini at gera tað lættari hjá Bústøðum at samstarva við privatar íleggjarar um at byggja bústaðir, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.