Vit gita: Hetta verður liðið

Tað verða onkrar broytingar á landsliðnum til dystin móti Svøríki

Føroyska landsliðið hevur í dag havt seinastu venjingina undan landsdystinum móti Svøríki, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Tað er ivamál um Klæmint A. Olsen byrjar vegna skaða, meðan Odmar Færø ikki verður við.

Sum skilst, verður Rógvi Baldvinsson fluttur aftur í miðverjuna saman við Atla Gregersen og Heina Vatnsdal, meðan Viljormur Davidsen kemur á vinstra vongbakk fyri Ára M. Jónsson. Í høgru heldur Gilli Rólantsson fram.

Síðani verður ein broyting á miðjuni, har Sølvi Vatnahamar helst verður fluttur inn mitt fyri saman við Brandi Hendriksson, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fluttur á høgra vong. Jóannes Bjartalíð heldur fast í sínum pláss í vinstru, meðan Klæmint A. Olsen er ætlaður at byrja í álopinum, men hann er ivasamur.

Um Klæmint A. Olsen ikki spælir verður mett, at Árni Frederiksberg ella Kaj Leo í Bartalsstovu byrja á vonginum og Jóan Símun Edmundsson byrjar í álopinum.

Vit gita:

Føroyar (3-4-3) Gunnar Nielsen – Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Gilli Rólantsson, Brandur Hendriksson, Sølvi Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Jóannes Bjartalíð