Vit hava aldrin verið so hart kroyst sum nú

? Hesin óskikkur, ið hevur tikið seg upp seinasta árið, at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum verða lagdar fyri fútarættin í heilum, má steðgast, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

 

Arbeiðsmarknaður


? Fakfeløgini hava ongantíð verið so hart kroyst, sum tey eru nú.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er alt annað enn nøgd við gongdina hetta seinasta árið.

Tað, henni als ikki dámar, er, at nú tykist tað at vinda upp á seg, at tá ið ósemjur á arbeiðsmarknaðinum stinga seg upp, verða málini løgd fyri fútarættin.

Tað er hent nakrar ferðir hetta seinasta árið. Feskasta dømi, er, at Fíggjarmálastýrið legði ósemjuna við Havnar Arbeiðsmannafelag um portørarnar fyri fútarættin og tað endaði við, at rætturin kom til ta niðurstøðu, at verkfallið var ólógligt og dømdi tískil portørarnar aftur til arbeiðis.

Hetta eru fakfeløgini sera misnøgd við. Eisini formaðurin í landsins størsta fakfelag, Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag hevur tikið hetta illa upp.

? Tað, sum hevur tikið serliga fast, er, at fútarætturin hevur als ikki viðgjørt, um sáttmálin er brotin ella ikki. Hann ger bara tann úrskurð, at friðarskyldan er brotin og dømir eftir tí. Rætturin hevur ikki hugsað um, at hevur arbeiðsgevarin brotið sáttmálan, er tað hann, sum hevur brotið friðarskyldina og ikki fakfelagið, tí at tað heldur fast um sáttmálan.


Sníkjandi arbeiðsrættur

Ingeborg Vinther heldur, at tað líkist ongum, at fútarætturin nú er farin at lata seg brúka til at ganga ørindi fyri arbeiðsgevaran, tá ið trætur taka seg upp a arbeiðsmarknaðin.

? Somuleiðis er ta átaluvert, at landsstýrið skal ganga á odda at føra nýggjar siðvenjur inn á okkum.

?Tað, sum hetta endar við, er, at so við og við verður fútarætturin til ein veruligan arbeiðsrætt í Føroyum. Og soleiðis fær landsstýrið í veruleikanum sníkt inn á okkum arbeiðsrættin, sum fakfeløgini annars eru samd at tey ikki vilja vita av.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tí má hgesin ólevnaðurin steðgast sum sjtóast, áðrenn tað verður rættarsiðvenja í Føroyum.

Hon er vís í, at nú almenni arbeiðsgevarin er farin at brúka fútarættin, verður tað ikki leingi, til privati arbeiðsgevarin fylgir eftir.

IngeborgVinther sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini mugu taka í allarstørsta álvara.

? Vit mugu leggja allar aðrar ósemjur til viks og sta okkum í felag at viðgera, hvussu vit fáa steðga hesum óskilinum, tí tað er alt umráðandi, sigur Ingeborg Vinther.

?Støðan nú er tann, at fakfeløgini eru so illa fjøtra nú, sum tey ongantíð hava verið fyrr, og sleppur hetta at halda fram, verður tað skjótt, at tað als ikki ber til at føra fakfelagspolitikk longur.


Sera óheppið

Eisini Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur, at støðan, sum hevur tikið seg upp, er stak óheppin.

?Fútarætturin viðgjørdi als ikki mannin sum so. Hann kom bara til ta niðurstøðu, at verkfallið var ólógligt.

Hann sigur, at hetta máar av álvara støðið undan sáttmálunum og spurningurin er nú, hvat teir eru verdir.

Hann heldur, at fakfgeløgini møguliga eiga at taka málið upp. Men hann heldur eisini, at málið er líka nógv politiskt, tí tað eru politikarar, sum brúka fútarættin,