– Vit hava einki við dulnevnda blaðið at gera

– Havnar framburðsfelag tekur frástøðu frá og átalar harðliga tað dulnevnda blaðið, ið varð sent í hvørt hús í Havn.

 

Les eisini: Dulnevnda blaðið sent til prentingar av Estra

 

Tað sigur Annika Olsen, forkvinna í Havnar Framburðsfelag, sum í kvøld hevur sent út almenna fráboðan, har hon ger greitt, at fólkafloksfelagið í Havn, Havnar Framburðsfelag, einki hevur við blaðið at gera.

 

Les eisini: Heðin veit ikki hvørjum hann skal stevna

 

– Útborna blaðið er eisini eitt álop á okkara politisku umboð. Hóast politiskar ósemjur standa vit saman um eitt virðiligt og sømiligt valstrið, skrivar Annika Olsen.

 

Les eisini: »Haturskampanja« móti Heðin Mortensen við Posta

 

Tað hevur verið gitt, at tað er onkur, sum stendur Fólkaflokkinum nær, sum stendur aftan fyri blaðið. Men hóast in.fo hevur spurt fleiri í dag, so er eingin, sum er komin við svarinum um, hvør tað er, sum stendur handan blaðið. Men gitingarnar um, at tað møguliga skal vera Fólkaflokkurin, sum stendur aftanfyri, vísir Annika Olsen aftur.

 

Les eisini: Skitni taktikkurin gagnar bara Javnaðarflokkinum

 

Í dulnevnda blaðnum verður skotið við skørpum. Tey briksla leiðsluni í býráðnum fyri mutur. Eisini verður skrivað, at ávísar vinnufyritøkur verða favoriseraðar, og at politikarar eru tvinnaðir upp í hesa favorisering.

 

Avsendarin sigur ikki beinleiðis, hvønn vit skulu velja í Tórshavnar býráð. Men í eina krossskipan hevur hann bólkað 9 fólk.

 

Tey, ið umboða manglandi sosiala raðfesting og fíggjarligt óskil eru:

• Heðin Mortensen

• Helena Dam á Neystabø

 

Tey, ið umboða fíggjarligt skil og sosiala raðfesting eru:

• Annika Olsen

• Kaj Leo Holm Johannesen

• Jan Christiansen

• Beate L. Samuelsen

• Ruth Vang

• Leivur Hansen

• Boði Haraldson