Vit hava fiskað 3.291 tons fleiri av botnfiski

Trýstið á fiskastovnarnar undir Føroyum herðist:

Men fiskiskapurin eftir øðrum fiskasløgum er minkaður

Trýstið á fiskastovnarnar undir er hert í ár, afturímóti í fjør.

Tey nýggjastu tølini yvir fiskiskapin undir Føroyum, vísa, at vit hava fiskað 3.291 tons fleiri av vanligu botnfiskasløgunum undir Føroyum.

Tølini vísa, at teir átta mánaðirnar frá januar til august í ár, fiskaðu vit 54.482 tons av botnfiski undir Føroyum.

Somu tíð fjør fiskaðu vit 51.191 tons.

Talan er sostatt um at fiskiskapurin eftir botnfiski er øktur 3% í ár, afturímóti í fjør.

Heldur henda gongdin sær, og ongar aðrar fortreytir annars, broytast, fer fiskiskapurin eftir botnfiski at hækka eini 5.000 tons í ár, afturímóti í fjør.

Annars hevur fiskiskapurin ikki verið nakað serligur seinastu árini. Tað ringasta árið, sum var 1993, fiskaðu føroysk skip bara 53.878 tons av botnfiski. Tað eru 19%, ella næstan 1/5 minni enn í 1992, tá ið føroysk skip fiskaðu 66.361 tons av botnfiski undir Føroyum, men eisini tað var hildið at vera eitt sera ringt ár.

Umframt botnfisk fiskaðu føroysk skip eisini næstan 20.000 av øðrum fiskasløgum undir Føroyum í fjør.

So tilsamans vorðu fiskað 95.093 undir Føroyum í fjør

Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fiskaðu føroysk skip tilsamans 67.551 tons undir Føroyum.

Tað eru nøkur fá tons fleiri enn átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið føroysk skip fiskaðu 66.434 tons undir Føroyum

Hetta er nakað væl fræg- ari enn fellisárini fyrr í nítiárunum. Ringasta árið, 1993, fiskaðu føroysk skip ikki meiri enn 61.501 tons undir Føroyum.

Men síðani hevur gingið framá í stórum, hóast tað enn er langt upp til rokárini seinsat í áttatiárunum

Okkum er upplýst, at metárini í áttatiárunum avreiddu føroysk skip eini 120.000 tons í Føroyum.


Økt næstan allastaðni

Fiskiskapurin er øktur eftir øllum botnfiskasløgum, sum hava týdning, utta eftir upsa.

Fiskiskapurin eftir upsa er minkaður úr 14.078 tonsum átta teir fyrstu mánaðirnar á fjør, niður í 12.771 tons sama tíðarskeið í ár. Talan er um eina minking uppá 1.307 tons, ella 9%.

Mest er fiskiskapurin øktur eftir hýsu, heili 59%, úr 4.734 tonsum átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør, uppá 7.540 tons um somu tíð í ár.

Annars er fiskiskapurin eftir toski vaksin 3%, úr 23.161 tonsum frá januar til august í fjør, til 23.913 tons hetta tíðarskeiðið í ár.


Alternativ sløg minka

Samstundis sum fiskiskapurin eftir botnfiski vindur uppá seg, og er vaksin, er fiskispaurin eftir øðrum fiskasløgum minkaður.

Almenni politikkurin hevur verið at royna at beina fiskiskapin av vanliga botnfiskinum yvir á onnur fiskasløg, men tølini yvir fiskiskapin vísa, at hetta hevur ikki hepnast betri enn væl.

Frá 1995 til 1996 vaks fiskiskapurin eftir øðrum fiskasløgum 5.000 tons.

Men henda framgongd hevur ikki hildi- sær í ár.

Átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør fiskaðu føroysk skip 15. 243 tons av Gull- laksi, flatfiski og ymsum øðrum. Hetta eru gott 2.000 tons fleiri enn átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, tá ið vit fiskaðu 13.069 av alternativu fiskasløgunum.

T.d. minkaði fiskiskapurin eftir gulllaksi 23% átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti í fjør. Talan var um 8.543 tons av gulllaksi frá januar -august í fjør og 6.544 tons somu tíðina í ár.

Somuleiðis er fiskiskapurin eftir svartkalva minkaður úr 4.227 tons átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør, niður í 3.230 tons í ár. tað eru 24% mini.

Hinvegin hava vit fingið eitt sindur meiri av havtasku, 1.040 tons frá januar -august í fjør og 1.242 tons í ár, tað eru 19% fleiri.