Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, leggur í hesum døgum uppskot fyri løgtingið, har broytingar verða gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Sum heild verður mælt til ein niðurskurð, ið svarar til eini tvey prosent á landgrunninum.
- Eg havi hugt uppá uppskotið, sum Bjørn Kalsø leggur fyri tingið, og uppskotið er gjørt við viðring fyri fiskidagaskipanini og farið verður javnt eftir skipabólkunum, og tað er annars nakað, sum eg fyrr havi viðmerkt, at har hevur ójavni verið í, sigur Kjartan Hoydal.
Hann metir, at uppskotið hjá landstýrismanninum er á góðari leið, tí minni tygnd verður á toskastovnin, og alt í alt er hetta ein rímulig loysn.
Vitan
- Sjálvsagt kundi vit tikið meira inn, men tað vita vit ikki, sigur Kjartan Hoydal, sum hevur lisið uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum Bjørn Kalsø nú leggur fyri løgtingið.
- At kanna lógina og fiskidagaskipanina er sera gott hugskot, sigur Kjartan Hoydal.
- Um sjálvan niðurskurðin og prosentini er ilt at hava nakra viðmerking. Tað er nakað, ið vit mugu hyggja nærri at, tí vit hava snøgt sagt ikki vitanina, og tí verður ráðgevingin heldur ikki neyv, sigur Kjartan Hoydal.
Fleiri kanningar
Hóast kanningar javnan verða gjørdar, so skilst á Kjartani Hoydal, at vitanin er ikki á nóg høgum støði.
- Eg meti, at Bjørn Kalsø hevur gjørt tað, ið hann kann gera útfrá teimum fyritreytum, ið eru, sigur Kjartan Hoydal.
- Vitan. Tað er tað, ið okkum tørvar, sigur Kjartan Hoydal, og vísir á, at summi meta at toskurin er illa fyri, meðan onnur hava aðra meting.
- Eg havi áður víst á kanningina hjá Bjarta Thomsen. Vit skuldu havt fleiri slíkar, tí so hevði verið lættari, sigur Kjartan Hoydal.
- Tað er nú einaferð so, at kanningar bert geva eina ábending. Hetta er ikki bara galdandi í Føroyum, men allastaðni. Tølini eru ikki neyv, men kanningarnar kunnu brúkast søguliga, og tað er har, at vit mugu hyggja nærri, fyri at fáa eina mynd av støðuni, sigur Kjartan Hoydal.
- Hvat tingið ger, er ilt at siga, men vit mugu í øllum førum fáa veruligar kanningar, sigur Kjartan Hoydal, sum metir, at farið nú verður fram við virðing fyri skipanini.
Eitt kók
Nógv hevur verið frammi um, at menn sleppa ikki út at fáa sær eitt kók.
- Tað er bólkur fimm. Tað hevur verið lætt at sleppa inn í bólkin, men eg meti ikki, at hatta sum heild er ein trupulleiki. Er nógv at fáa, so eru nógvir úti, og er minni at fáa, so eru færri úti. Nú er nóg mikið av virksemið í samfelagnum annars, so eg meti ikki, at hetta verður ein trupulleiki, sigur Kjartan Hoydal.
Hann kemur aftur til somu niðurstøðu.
- Men hetta kann kannast, Vit mugu kanna hagtølini, sigur Kjartan Hoydal í viðmerking til støðuna í bólki fimm.
Niðurstða hansara er, at hagtølini eru ikki neyv, og hagtølini mugu eisini kannast nærri, fyri at fáa eina søguliga heildarmynd.
Fakta:
Kjartan Hoydal
Útbúgvin fiskifrøðingur.
Fyrrverandi aðalstjóri í fiskimálaráðnum.
Fleiri altjóða størv.
Er stjóri í NEAFC við høvuðssæti í London.
NEAFC stendur fyri; North East Atlantic Fisheries Commission