Tað er stór framgongd kring alt landið. Men vit í Suðuroy fáa onki burtur av kakuni.
Tað staðfesti Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri á seinasta býráðsfundi. Á fundinum varð tosað um inntøkurnar av skatti, og í hesum sambandi vísti borgarstjórin á, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár hava kommunurnar kring landið fingið 6,25 meiri inn í skatti í miðal, enn í sama tíðarskeiði í fjør
Men allar kommunurnar í Suðuroy liggja væl undir miðal, uttan Sumba, sum hevur fingið 5,96 prosent meiri inn í skatti.
Men støðan er eisini tann, at av øllum kommunum í landinum, hava seks kommunur fingið minni inn í skatti higartil í ár, og fýra av teimum eru í Suðuroy, nevniliga Fámjin, Hvalba, Hov og Porkeri.
Annars er skattainntøkan hjá Tvøroyrar Kommunu hækkað 2,76 prosent og hjá Vágs Kommunu er hon hækkað 1,82 prosent.
Til samanberingar kann nevnast, at átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, er inntøkan hjá Klaksvíkar Kommunu 7,12 prosent hægri enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør. Í Fuglafirði er inntøkan 13,84 prosent hægri, í Eysturkommunu er hon 10,39 prosent hægri, í Nesi er hon 12,58 prosent hægri og í Runavík er skattainntøkan 9,23 prosent hægri í ár enn í fjør.