– Vit kunnu bara vóna og bíða

– Útlitini eru góð, og vit hava fingið at vita, at millum 80 og 90% av teimum børnum, sum fáa blóðkrabba á sama støði, sum Yana hevur, gerast frísk aftur. Men viðgerðartíðin er hálvttriðja ár, so tað er langur vegur á mál, staðfestir Napoleon Vestergaard úr Vági, pápi at tvey ára gomlu Yanu, sum hevur fingið blóðkrabba.

Eydna Skaale
Myndir: Sunnleif Andreasen


Allar Føroyar fylgdu við í sjónvarpssendingini »LS«, tá Nina og Napoleon Vestergaard fingu boðini um, at tvey ára gamla dótturin, Yana, hevði blóðkrabba og mátti sendast akutt niður til viðgerð.
Nú, knappar tveir mánaðir eftir at upptøkutólið varð sløkt, eru sjúka, kemoviðgerðir og læknakanningar vorðnar gerandisdagur hjá lítlu familjuni.
Tað, sum byrjaði við eini læknavitjan í Vági, hevur higartil havt eina tveir mánaða langa útlegd á Ríkissjúkrahúsinum við sær - og enn eru meiri enn tvey ár, áðrenn tey koma á mál.
Eftir fáum tímum varð lívið vent fullkomiliga á høvdið, og familjan roynir nú sum frægast at fóta sær í nýggju tilveruni.

Høvdu ongan illgruna
Tað kom sera óvart á familjuna, at lítla Yana var so álvarsliga sjúk.
Týsmorgunin 22. oktober fór Nina Vestergaard á læknamiðstøðina í Vági við tvey ára gomlu Yanu, tí hon hevði havt forstoppilsi í eina tíð. Hon ætlaði at vita, um læknin ikki kundi geva Yanu okkurt fyri at seta gongd á magan aftur.
Umframt harða magan hevði Yana eisini verið móð og bleik seinastu tíðina, men tað var ikki nakað, nakar hugsaði stórvegis um. Tíbetur tók læknin tað tó í álvara, at lítla Yana var bleik og móð. Læknin tók blóðroyndir av henni og sendi tær til sjúkrahúsið á Tvøroyri til kanningar.
Møðgurnar fóru síðani heim aftur frá læknanum í Vági og høvdu ongan illgruna um nakað.

Akutt til Danmarkar
Men brádliga gekk alt sera skjótt fyri seg.
– Seinnapartin ringdu tey av sjúkrahúsium á Tvøroyri. Tey vildu hava Yanu norður til kanningar beinanvegin, greiðir Napoleon Vestergaard, pápi Yanu, frá.
Sjálvur var hann staddur í Norra, har hann siglir við einum supplyskipi hjá Thor.
Mamma Napoleon koyrdi Ninu og Yanu til Tvøroyrar, men meðan tær koyrdu, ringdu tey aftur av sjúkrahúsinum og søgdu, at tyrlan bíðaði eftir teimum, og at tær skuldu fara beinleiðis til Havnar.
– Mamma ringdi tá umborð til mín og segði mær, at tær skuldu við tyrluni til Havnar við Yanu, men at eingin visti nakað meiri um, hvat tað var, sum bagdi, greiðir Napoleon frá.
Nakað seinni ringdi hann til Ninu, fyri at vita, um tey høvdu frætt nakað í Havn, men tá bíðaðu tey framvegis eftir svari.
Hann dregur andan tungliga og minnist aftur á løtuna, tá hann fekk boðini.
– Eg bíðaði bara eftir at frætta aftur frá teimum, tá Elmar Ósá, barnalæknin, ringdi til mín og segði, at Yana hevði leukæmi. Hann tosaði leingi, men tað einasta, eg hoyrdi, var, at Yana hevði leukæmi. Eg hoyrdi einki av tí, hann segði eftir tað.
Napoleon var einsamallur føroyingur umborð, so hann hevði ongan at tosa við, eftir at hann hevði fingið boðini.
– Eg græt ræðuliga illa, men eg fekk ringt til reiðaríið og tað seismikkfelagið, sum vit sigldu fyri júst tá, og tíbetur vóru øll sera skiljandi. Vit vóru staddir langt norðan fyri Hammerfest, men settu beinanvegin kósina til lands, og tey fóru alt fyri eitt undir at fáa meg heim, sigur Napoleon.
Morgunin eftir fóru Yana og Nina niður við fyrsta flúgvaranum. Nina hevði einki tikið við sær, tá tær fóru heimanífrá, tí tær skuldu jú bara til kanningar á Tvøroyri. So tær fóru avstað júst soleiðis, sum tær stóðu, og høvdu hvørki klæði, tannbust ella onnur ting við sær.
Beiggi Napoleon, Vermund, sum býr í Vestmanna, og sum eisini hevði verið hjá teimum á Barnadeildini í Havn, fekk frí frá arbeiði, so hann kundi fara niður við Ninu og Yanu.
Tey komu niður á Ríkissjúkrahúsið fyrrapartin 23. oktober, og longu sama kvøld var Napoleon hjá teimum.

Blóðkrabbi
Yana hevur fingið diagnosuna blóðkrabba ella »Akut Lymfatisk Leukæmi«, stytt ALL. Hetta er ein aggressiv krabbasjúka, sum rakar tær kyknurnar í merginum, sum framleiða blóðkyknur. So hvørt, sum sjúkan breiðir seg, setir hon frísku blóðgerandi kyknurnar til viks, og sjúkar leukæmikyknur koma í staðin. Um sjúkan ikki verður uppdagað í góðari tíð, er hon lívshættislig, men verður viðgerðin sett í verk skjótt, er góður møguleiki at koma seg - serliga hjá børnum.
Í Føroyum verður krabbamein staðfest hjá umleið einum til tveimum børnum annað hvørt ár. Umleið annaðhvørt av hesum børnunum fáa diagnosuna »leukæmi«. Talið av børnum, sum í Føroyum fáa leukæmi, er sostatt 0.5 árliga. Viðgerðin er sterkt kemoterapi í langa tíð, og øll føroysk børn verða send niður til viðgerðina.
Í Danmark fáa umleið 50 børn diagnosuna ALL árliga, og Danmark er sera frammaliga, tá um gransking og viðgerð til krabbasjúk børn ræður.

Viðgerðin hjálpir, hóast hjáárin
Eingin ábending er um, hví summi børn fáa leukæmi, og Napoleon og Nina hava heldur onga frágreiðing fingið um, hví sjúkan skuldi raka júst Yanu. Men vánirnar eru góðar.
– Sjúklingarnir verða býttir í tríggjar bólkar: »standard«, »medium« og »high risk«. Yana er tíbetur í bólkinum, sum eitur »standard«, og tað merkir, at hon hevur góðar møguleikar at koma seg. Vit hava fingið at vita, at 80-90% av øllum børnunum í hennara bólki koma seg eftir viðgerðina, greiðir Napoleon frá.
Fyrstu dagarnar á Ríkissjúkrahúsinum skuldi Yana ígjøgnum óteljandi kanningar, har tey serliga kannaðu blóðið og mergin.
– Hetta var gjørt fyri at finna útav, hvussu viðgerðin skuldi skipast. Síðani varð hon sett í eina aggressiva viðgerð við ymsum sløgum av kemo. Fyrsta mánaðin fekk hon kemo einaferð um vikuna, men nú er tað umleið triðju hvørja viku.
– Eftir fyrsta mánaðin fingu vit at vita, at hon tók væl ímóti viðgerðini, og at allar krabbakyknurnar vóru deyðar. Men hon skal allíkavæl hava viðgerð í hálvttriðja ár afturat, fyri at tryggja, at hon er ordiliga frísk. Vit eru eisini ávarað um, at stórur vandi er fyri afturstigum, og at krabbin kann koma aftur hesi árini, inntil viðgerðin er púra liðug, vísir Napoleon á.
Hóast læknarnir hava staðfest, at kemoviðgerðin drepur krabbakyknurnar, og at viðgerðin sostatt virkar, sum ætlað, hevur Yana verið sjúk av nógvu hjáárinunum, sum standast av tí eina slagnum av kemo.
– Vit hava stórt sæð verið á sjúkrahúsinum, síðani vit komu niður. Vit hava skilt á lagnum, at vit við tíðini sleppa út av sjúkrahúsinum ímillum viðgerðirnar, men tað eru vit næstan ikki sloppin enn, tí Yana hevur verið sjúk, og tá sleppa vit ongan veg.
– Hon hevur havt fepur, og í løtuni er hon ússalig, tí hon hevur fingið bruna í brisið. Nú fær hon antibiotika og morfin fyri tað. Hon hevur nakað av pínu og svevur fyri tað mesta. Tey taka blóðroyndir av henni fýra ferðir um døgnið, sigur Napoleon hugtungur.
– Men tey hava sagt okkum, at tað er vanligt at børnini fáa nógv hjáárin, tí kemo er so hart fyri kroppin. Tey hava eisini greitt okkum frá, at tað er serliga hart í fyrstuni, tí tey byrja við sera sterkum kemo, men seinni verður tað veikari.
Eitt annað hjáárin, sum ofta verður tengt at kemoviðgerð, er, at hárið dettur av.
– Í fyrstuni misti hon nakað av hári, men nú er tað steðgað. So hon er ikki blivin púra skallut, hóast hárið er blivið øgiliga tunt. Vit vita ikki, um tað man fara at detta heilt av.

Vóru júst flutt heim
Napoleon og Nina Vestergaard vóru annars júst flutt aftur til Vágs at búgva – bert ein mánað frammanundan, at lítla Yana bleiv sjúk. Tey høvdu búð í Teilandi, síðani tey giftust í 2009, men keyptu hús í Vági í september í ár og skuldu nú festa búgv í heimbygdini hjá Napoleon.
– Men vit náddu ongantíð at flyta inn. Vit keyptu húsini, seinast eg var heima - bert tveir dagar áðrenn eg fór avstað aftur - og vit náddu bara at flyta nøkur ting inn. Vit skuldu flyta inn av álvara, tá eg kom heim aftur. Nú verður tað so ikki fyrr enn um hálvttriðja ár, staðfestir hann.
Napoleon og Nina hava einki fingið at vita um, nær tey kunnu sleppa heimaftur til Føroya at vitja. Men tey vita, at viðgerðin tekur 2,5 ár - og tað er, um alt gongur væl. Í løtuni bíða tey eftir at fáa eina íbúð á sjúklingahotellinum, og komandi árini verður tað heim teirra.
– Síðani vit komu niður, hava vit stórt sæð bara verið á sjúkrahúsinum. Vit hava eina stovu fyri okkum sjálvi, og eg sovi á bóli á gólvinum. Nina er við barn - hon er sett at eiga 16. februar - so hon hevur stóran búk nú og er rættiliga besverað, so tað er gott, at vit bæði kunnu vera um Yanu.
– Vit hava onga familju her í Keypmannahavn, men foreldrini hjá mær eru niðri í løtuni, tí pápi mín eisini er í viðgerð fyri krabbamein her á Rìkissjúkrahúsinum. Tá hann vónandi hevur fingið tað betri, vera tey verandi her hjá okkum - í øllum førum inntil Nina hevur átt, greiðir Napoleon frá.
Hjúnini hava ikki fingið hjálp ella tilboð um at tosa við nakran ráðgeva ella sálarfrøðing. Tey tosa nógv við læknar og sjúkrasystrar, sum eru vinarlig og skiljandi Og tey hava tosað nógv við eitt annað føroyskt par har á deildini, hvørs dóttur hevur verið sjúk av blóðkrabba, men nú er vorðin frísk. Eisini er ein bólkur á Facebook fyri foreldur, sum hava børn við leukæmi, og har hava tey leitað sær góð ráð frá hinum foreldrunum.
– Tað er ótrúliga gott at hava onkran at tosa við, sum kennir til støðuna, staðfestir hann.

Eingin jólahýrur
Fyri tey flestu er henda ársins tíð merkt av jólahugna og -stákan. Men fyri familjuna Vestergaard, sum í løtuni er á semi-intensivu barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum, fylla jólini ikki nógv.
– Tað hevur verið svingandi, hvussu Yana hevur havt tað, orsakað av nógvu hjáárinunum. Fyri tíðina er dagurin fullur av kanningum, blóðroyndum og læknavitjanum. Tað fyllir alt.
Napoleon heldur ikki, at lítla diddan heilt skilir, hvat tað er, sum hendir, og hví tey nú skulu vera á sjúkrahúsinum allatíðina. Hon er bert tvey ára gomul, og dugir ikki ordiliga at tosa enn, so tað er torført at vita, júst hvussu nógv hon skilir.
– Vit ganga bara her á hospitalinum og mala og hava ikki verið nakrastaðni úti. Vónandi fáa vit íbúðina fyri jól, og vónandi fær Yana tað betri, so vit kunnu sleppa eitt sindur út av sjúkrahúsinum, heldur Napoleon og leggur afturat,
– Eg veit ikki. Dagarnir ganga bara, og vit hopa og bíða. Tað er ikki so nógv annað at gera.