So er U21-landsliðið aftur savnað. Seinastu dagarnar hevur hópurin fyrireikað seg til tvær uppgávur á heimavølli, sum verða í kvøld, fríggjakvøldið kl.19 ímóti Makedonia, og týsdagin í komandi viku kl.19 ímóti Serbia. Báðir dystirnir verða leiktir á Ovara Vølli í Gundadali, har venjingarnar hjá føroyska liðnum eisini hava verið.
Føroyski hópurin er væl fyri og hevur bara havt ein smáskaða at dragast við. Tað er nevniliga liðskiparin, Viljormur Davidsen, sum fekk ein snudd í lærið í dysti fyri danska felag sítt, FC Fyn. Hann hevur ikki vant við fullari ferð enn, men væntað verður, at hann gerst tøkur til dystin í kvøld.
Makedonia hevur seinastu dagarnar fyrireikað seg til dystin ímóti Føroyum á graslíkisvøllinum hjá Brøndby IF.
Sterkur hópur
Føroyski landsliðsvenjararnir, Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen, hava úttikið 22 mans til bruttohópin. Av hesum eru 18 leikarar úr heimligu kappingini og fýra leikarar úr útlendskum kappingum. Ein, sum hesaferð aftur er á liðnum, er profilurin á A-landsliðnum, Jóan Símun Edmundsson. Hann er kanska besta dømið um, at føroyska liðið hesaferð sær sera stint út, og annar av venjarunum, Bill McLeod Jacobsen, fegnast eisini um støðið.
– Vit hava úttikið ein hóp, har nærum allir leikarar eru profilar í feløgunum teir umboða, hava góðan bóltførleika, nógva orku og vilja berjast til tað seinasta fyri at umboða Føroyar. Vit eru sera væl nøgdir við innsatsin og støðið, sum leikararnir hava lagt í venjingarnar. Vit hava hesar seinastu dagarnar sæð føroyskan fótbólt á sera høgum tekniskum støði og leikararnir leggja nógv fyri dagin. Tað er stuttligt at síggja so nógvar dugnaligar leikararar saman í einum góðum fótbóltsumhvørvi við náttúrligari kapping, sum ein tíðum saknar í Føroyum, sigur Bill.
Ætla sær seks stig
Føroyar spældu 11. novembur í fjør ímóti Makedonia á útivølli, og tá vunnu makedonar tepurt 1-0 eftir annars nógvar góðar føroyskar málmøguleikar. Tað er kanska serliga ímóti Makedonia, at Føroyar hava ein góðan møguleika, meðan tað ímóti Serbia verður trupult ímóti avgjørda oddaliðnum í bólkinum. Fyrra dystin ímóti Serbia taptu Føroyar 1-5. Hetta er tó ikki nakað, sum skakar U21-landsliðsvenjaran, sum ætlar sær úrtøku burturúr báðum dystunum.
– Sjálvandi ætla vit at fáa stig burtur úr dystunum. Málið er seks stig, tí hetta er næsti og triði heimadystur í hesi kappingini. Vit vita eisini at tað kann vera trupult at fáa fulla úrtøku í landsdystum móti so góðum fótbóltsliðum sum Makedonia og Serbia. Serbia hevur eina øgiliga styrki og Makedonia hevur ikki tapt í 15 dystum á rað. Men tað er nú einaferð soleiðis, at hetta er ein dystur á okkara heimavølli, har vit ætla at seta dagsskránna. Vit hava gjørt tað fyrr og ætla at gera tað aftur. Á heimavølli kunnu vit vinna á øllum, sigur ein sjálvtryggur Bill McLeod Jacobsen.
Hvussu ætla tit at spæla ímóti Makedonia?
– Tá ið vit leiktu móti Makedonia á útivølli í novembur í fjør, løgdu vit fyri við høgum trýsti. Hetta gekk sera væl og komu vit fram til fleiri málmøguleikar. Tá megnaði heimaliðið við snarálopum á føroysku gestirnar at bróta ígjøgnum og fáa eina málið, sum gav tepra 1-0-sigurin. Fríggjakvøldið fara vit at síggja eitt føroyskt lið, sum skiftir ímillum spæl við høgum trýsti og at trekkja seg og bíða, sigur Bill.
Vil menna leikararnar
Bill McLeod Jacobsen sigur, at taktikkurin ímóti Serbia týskvøldið verður lagdur eftir dystin ímóti Makedonia. Hann sigur tó, at hann væl kann ímynda sær, at taktikkurin verður nakað hin sami sum ímóti Makedonia.
Fyrrverandi B68-venjarin, sum nú á venjaraleiðini einans hugsavnar seg um U21-landsliðið, undirstrikar týdningin av, at U21-landsliðið er ein klekingarmaskina til A-landsliðið.
– U21-landsliðið er ein klekingarmaskina til A-landsliðið og tískil er endamálið at menna leikarar og seta við. Hetta hevur virkað væl og haraftrat hava vit fingið góð úrslit seinastu árini. U21-landsliðið hevur leikt positivan fótbólt við skjótari umstilling. Setningurin hevur verið, at tað eigur bæði at vera stuttligt at spæla og hyggja at okkara fótbólti. Vónandi fáa vit góðan stuðul í Gundadali hesi bæði kvøldini, tí 12. maður kann bera langt, tað sóu vit móti Russlandi á sinni, vísir Bill at enda á.
Atgongumerkini til dystirnar kosta kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn.
- - -
Føroyski hópurin:
Rógvi S. Holm, Hallur Hansson og Teitur Gestsson, HB
Karl Løkin, Dánjal á Lakjuni og Jan Ellingsgaard, ÍF
Róaldur Jakobsen og Høgni Eysturoy, B36
Hans Jørgensen og Andre Olsen, B68
Páll Klettskarð og Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Kristian Joensen og Klæmint A. Olsen, NSÍ
Erling Jacobsen og Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur
Heini Vatnsdal, FC Suðuroy
Gilli Sørensen, TB
René S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Viljormur Davidsen, FC Fyn (DK)
Bogi R. Petersen, Vejle (DK)
Jóan Símun Edmundsson, Viking (NOR)