- Vit mistu ongantíð vónina

Ein av royndastu leikarunum hjá Stjørnuni er Annika Ljósstein. Vit hittu hana beint eftir steypasigurin leygardagin

Steyparómur

Tað sá ikki út til, at reyða kortið, ið Annika hevði ognað sær stutt fyri leiklok, gjørdi sigursrómin minni. Hon strálaði sum ein sól, tá ið vit fingu orðið á hana.

Tvey mál góvu okkum luft undir veingirnar
Hvussu bar tað til, at Stjørnan kom aftur, eftir at hava verið aftan fyri við sjey málum, spurdu vit Anniku:
- vit vóru øgiliga nervøsar í byrjanuni av dystinum, og tað koyrdi als ikki hjá okkum. Men vit mistu ongantíð vónina, og tá ið vit so fingu tvey mál á rað seint í fyrra hálvleiki, var tað sum um vit fingu luft undir veingirnar. Tað var stuttligt at síggja, tí høllin var ordiliga kølnað, men vit fingu verjuna hjá okkum at virka, og so kom lív í aftur.
Vanliga eru skjótálopini eitt av sterkastu álopsvápnunum hjá Stjørnuni, men tað tók langa tíð, áðrenn gongd kom á tey leygardagin. Hví var tað so?
- vit vóru sum sagt ógvuliga nervøsar, og tí gjørdu vit eisini fleiri býttar og óneyðugar feilir tíðliga í dystinum. Hetta viðførdi, at vit gjørdust bangnar fyri at avlevera, og tí blívur alt eitt sindur rótut, men tíbetur fingu vit so líðandi skil á.
Annika fekk sum sagt reyða kortið beint fyri dystarlok, og vit spurdu hana, um talan var um eitt neyðugt reytt kort?
- Ja, tað var tað, hóast eg ikki haldi, at tað var reytt kort, tí eg haldi, at hon rann bara inn í meg. Men skal tað verða reytt, so er tað í ordan, tí tá ið vit nú hava fingið steypið, so er tað líkamikið, sigur Annika Ljósstein at enda.