Vit mugu góðtaka ...

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður

Tey orðini, sum løgmaður oftast hevur sagt sum løgmaður, eru: “Júmen, ogur mugu góðtaka støðuna, sum hon er. Ogur mugu góðtaka, at vit nú eina ferð eru undirgivin dønum”. Her sipar løgmaður sjálvandi til donsku grundlógina, heimastýrislógina, yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina. Løgmaður góðtekur ikki bara hesar lógir fult og heilt, hann góðtekur eisini uttan at blunka, at tað eru danir, og bert danir, sum tulka hesar lógir og hvørjar avleiðingar tær skulu hava fyri Føroyar og føroyingar. Løgmaður vil, at vit skulu blint góðtaka tær lógirnar, líka mikið hvussu tær verða tulkaðar og hvør tulkar tær.
Hesi orðini: vit mugu góðtaka veruleikan, hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum lært av løgmanni. Hvørja ferð hann leggur okkurt mál fyri tingið, og tingmenn ógvast við tað, sum danir krevja, so sigur Jacob Vestergaard: “Eg havi einki ímóti at málsøkið verður føroyskt, men vit mugu góðtaka veruleikan, sum hann er”. Og so hendir einki annað, enn at samgongumenn endurtaka líka sum í kór: ...góðtaka veruleikan, ...góðtaka veruleikan, ...
Hvørki Jóannes Eidesgaard, Jacob Vestergaard ella nakar annar í samgonguni hevur so mikið sum nakra meining um ta mannminkandi og lítisverdu støðu, vit eru í hvat lógevandi og politiskum valdi viðvíkur. Tað syndri av rásarúmi, vit høvdu ognað okkum, hvarv sum døgg fyri sólini ta náttina, tá samgongan samtykti vanlukkuligu yvirtøkulógina og lógina um uttanríkispolitiksu heimildirnar. Tann lógin gjørdi ikki bara, at vit bakkaðu við ferð inn aftur í ríkisfelagsskapin og donsku grundlógina. Ta náttina vórðu Føroyar sementeraðar fast og djúpt niður í danska ríkið.
Hetta kom m.a. fyri ein dag, nú tingið fyrst í mars viðgjørdi krøv frá dønum um, at fleiri løgtingslógir skuldu broytast, og at greinar skuldu burtur úr løgtingslógunum og setast inn í donsku rættargangslógina. Danski rætturin í Føroyum kann ikki nýta ásetingar í føroyskum lógum. Danski rætturin í Føroyum kann og vil bert nýta ásetingar í donskum lógum. Hetta hóast vit longu hava havt ásetingar um rættargang í løgtingslógum, so sum stýriskipanarlógini. Tað er sum so einki odiøst í tí, at rætturin virkar sambært einari rættargangslóg. Men tað at til einkis gera føroyskar lógir, sum hava havt virknað í ár er, alt annað líka, ótrúliga óverdug, hetta er skomm, hetta hoyrir farnum øldum til. Men hvat ger løgmaður og hansara, jú, teir yppa øksl, og tað gera eisini allir samgongulimirnir. Eingin teirra kennir minstu skommina av, at vit verða alt meira kleyrað niður av kolonistahógvunum. Poul Michelsen hevur gjørt vart við støðuna hjá sendistovum okkara, og tøkk fái hann fyri tað. Men hann tykist ikki at latast um vón um tað, sum er veruliga orsøkin til alla miseruna. Nevniliga, at vit bæði ganga undir tær lógir, sum danir tvinga niður yvir okkum, og ganga treyta leyst undir teirra tulkingar av teimum.
Hvussu leingi vilja, orka og loyva vit slíkum? Tað er sjálvsagt ein spurningur um, hvørjar menn og kvinnur Føroya fólk velja inn á ting. Men kanska fara nokk so nokk so nógv at hugsa seg um eina, tvær ella tríggjar ferðir, tá tað kemur fyri ein dag, at danir eisini sýta fyri, at uppskotið um stjórnarskipan verður lagt fyri tingið. Hetta tí, vit skulu og bert skulu anda, hugsa og virka sambært tí, sum samgonga hevur góðtikið. Nevniliga teimum lógum, sum niðurbinda og sementera okkum inn í danska ríkið.
Latið okkum taka avleiðingarnar av hesi vanæruligu støðuni, vit eru í. Latið okkum taka lógvatak og stevna móti fullveldinum. Vit eiga ikki at góðtaka ein veruleika, sum vit hvørki unnast við trívast við.