­ Vit mugu hava sama lønarlag sum hini londini

Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at hóast lønarvøkstur merkir at kappingarførið versnar, er tað ikki skilagott at Føroyar fullkomilga avbyrja seg frá umheiminum, við at hava øðrvísi lønarlag enn londini kring okkum: ­ Vandi er fyri at fólk aftur fara at flyta av landinum, sigur Jóannes Eidesgaard

Frágreiðingin hjá Ráðgevandi nevndini er so nógv øðrvísi í ár enn tann, sum kom í fjør, heldur Jóannes Eidesgaard.

­ Tað nýggja í hesi frágreiðingini er, at hon tekur Strandferðsluna, Telefonverkið og SEV við. Eitt nú at monopolstovnar ikki arbeiða undir marknaðartreytum, og um møguleikan fyri privatisering.

Ráðgevandi nevndin heldur at almenna skuldin er so stór, og nevnir møguleikan at fáa skuldina burtur, fyri á tann hátt at fáa størri rásarúm á fíggjarlógini.

­ Danir tosa í hesum døgum ógvuliga nógv um privatisering, og tað merkir eisini frágreiðingina fyri ein part, sigur Jóannes Eidesgaard.


Almennar privatiseringar

Í útvarpssending týskvøldið varð m.a. tosað um privatisering. Har nevndi Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni m.a., at teir á stovninum arbeiða við at sundurgreina tænasturnar, og hvat tað kostar at reka Strandferðsluna. Tað heldur Jóannes Eidesgaard vera skilagott, men at tað ikki altíð er neyðugt at privatisera fyri tað.

­ Um almennir stovnar verða stýrdir og riknir til fulnar, so er tað ikki tann stóri munurin, um hann er almennur ella privatur.

­ Vandin kann vera, at tá almennar tænastu skulu privatiserast, at partar sum ikki geva yvirskot verða sáldaðir frá til tað alemnna at reka, meðan privat fyritøkur vilja átaka sær teir partar, sum geva yvirskot.

Arne Larsen, formaður í Ráðgevandi nevndini hevur nevnt, at tað almenna skal skipa seg í partafeløg, eitt nú Stardferðslan og SEV, á sama hátt sum Telefonverkið nú er skipað.

­ Hetta er kanska ein góð loysn, tí tað gevur minni bindingar millum eigaran, sum er tað almenna og leiðslunar, ið hava dagliga raksturin.

­ Hóast landið eigur Telefonverkið, hevur leiðslan fulla ábyrgd at stovnurin verður rikin á skilabesta hátt. Almennu umboðini møta bert upp á aðalfundinum, men annars stendur tað leiðsluni frítt fyri at reka fyritøkuna, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur eisini, at Arne Larsen dyrgir eftir at lata privatfólk sleppa at keypa partabrøv, eitt nú í Føroya Banka.

­ Føroya Banki er almennur, men her kann vandi vera fyri, at tað almenna, sum hevur tørv á kapitali, kanska fer at selja partabrøvini, fyri at brúka peningin til at gjalda skuld fyri.


Útluta partabrøv uttalands?

Hin vandin er,at um bankin fer at útluta partabrøv til privatfólk - kanska eisini í uttanlands, at útlendskar telefyritøkurnar til reiðar at keypa.

­ Tí er tað umráðandi at umhugsa hetta gjølla. Vit eru so fáment og sárbar, og kunnu vænta, at útlendingar tá fara at stýra okkum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur kortini, at frágreiðingin skal takast til eftirtektar, tí hon vísir á sjónlig vandamál, eitt nú í fiskiskapinum. Trýstið á fiskastovnarnar er ov stórt sum er, og frágreiðingin staðfestir, at vit verða revsað seinni, tí konsolideringin er ov lítil, eins og hon vísir á, at trupulleikin verður enn størri, um Føroyar vilja hava størri sjálvræði.


Lønarhækking og at motivera arbeiðsfólk

­ Nevnt verður at lønarvøkstur í fiskivinnuni merkir at kappingarførið minkar?

­ Gamaní, men hinvegin haldi eg ikki, at tað ber til, at vit í Føroyum skulu avbyrgja okkum frá umheiminum. Eg dugi ikki at síggja, at tað ber til at vit hava fullkomiliga øðrvísi lønarlag enn hini londini, tí arbeiðsmegin hjá okkum er løtt at flyta. Tí er vandi fyri, at fólk fara at flyta aftur av landinum.

Jóannes Eidesgaard vísir á bókina » Villinistíggir Upplýstir» eftir Ólavur Christiansen, har sagt verður, at lønirnar ikki eru avgerandi fyri at økja um framleiðsluna. Tað hevur størri týdning at motivera og geva arbeisfólkunum medábyrgd á arbeiðsplássinum. Tað heldur hann verða áhugavert sjónarmið.