Bústaðarneyðin í Føroyum er úrslitið av politiskum valum — og av manglandi politiskum valum. Í dag síggja vit, at fleiri og fleiri íbúðir og hús verða tikin av marknaðinum og brúkt til Airbnb og aðra stutttíðarleigu. Hetta er ein gongd, sum hóttir møguleikan hjá ungum, støkum, barnafamiljum og eldri at fáa sær eitt vanligt heim.
Tað er ikki rætt, at fólk skulu stríðast mánaðavís fyri at finna eina íbúð, meðan heil hús standa tóm stóran part av árinum og bíða eftir ferðafólkum. Tað er heldur ikki rætt, at leiguprísirnir verða trýstir upp, tí tað er meira lønandi at leiga út í tríggjar dagar enn í tríggjar mánaðir.
Feløg keypa fleiri hús – og vit missa bústaðirnar
Ein serliga álvarsom gongd er, at privat feløg og íløgufeløg keypa fleiri hús og íbúðir við tí einasta endamáli at brúka tey til Airbnb. Tá feløg byrja at kappast við vanlig fólk um bústaðir, so vita vit, hvør tapir: tað eru tey ungu, tey støku, barnafamiljurnar og tey eldru, sum hava tørv á tryggum og rímiligum bústaði.
Hetta er ikki bústaðarpolitikkur. Hetta er ein marknaður, sum er sleptur leysur!
Vit mugu seta greið mørk
Tað er tíð at seta greiðar og rættvísar reglur, sum tryggja, at bústaðir verða brúktir til bústaðarendamál — og ikki sum íløguvørur.
Eg haldi, at vit eiga at seta hesi krøvini:
- Einans hús og íbúðir, har eigarin sjálvur býr, skulu kunna leigast út sum Airbnb. Soleiðis gera tey í nógvum londum, og tað virkar.
- Einstaklingar skulu ikki kunna eiga fleiri Airbnb‑leigumál. Tað skal vera eitt ískoyti, ikki ein vinnulig íløga.
- Privat feløg skulu ikki kunna keypa fleiri bústaðir til stutttíðarleigu. Feløg eiga ikki at hava betri atgongd til bústaðarmarknaðin enn vanlig fólk.
- Kommunur skulu hava møguleika at avmarka talið av Airbnb‑leigum í ávísum økjum. Tað er ikki neyðugt at hava 20 Airbnb‑hús í eini lítlari bygd, meðan ung fólk mugu flyta av landinum.
- Hetta eru grundleggjandi amboð til at verja bústaðartrygdina hjá fólki, sum vilja búgva og liva í Føroyum — ikki bara ferðast her í tríggjar nætur.
Airbnb skal vera eitt ískoyti — ikki ein spekulatiónsvinna
Eg havi onki ímóti Airbnb sum hugtak. Tað kann vera eitt fínt ískoyti hjá fólki, sum vilja leiga eitt kamar ella eitt summarhús, tey sjálvi brúka. Men tað má ikki gerast ein spekulatiónsvinna, sum tekur bústaðir frá teimum, sum hava tørv á teimum hvønn dag.
Vit mugu velja, hvørjum vit vilja hava samfelagið at virka fyri: ferðavinnuspekulantar ella vanlig fólk, sum vilja hava eitt heim.
Tað er ikki ov seint at venda gongdini. Men tað krevur politiskt dirvi — og tað krevur, at vit siga tað hart og týðiliga: Bústaðir eru ikki ein luksusvøra. Tað er ein grundleggjandi rættur og ein fortreyt fyri einum livandi samfelag.
Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin












