Altjóðagerð og avbjóðingar
? Skulu vit standa okkum í kappingini á altjóða marknaðinum, mugu vit tora at satsa.
? Satsa vit ikki, tapa vit. Í løtuni satsa vit ikki!
Tað segði Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, á Suðuroyarráðstevnuni, sum teir tríggir peningastovnarnir, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Banki og Føroya Sparikassi, hildu herfyri.
Í fyrilestri sínum vísti búskaparfrøðingurin á, at tað er ikki bara í Suðuroy, at truppulleikar eru. Men hann vísti eisini á, at vit hava staðiliga brúk fyri einum nýggjum vinnupolitikki.
Men hann nam eisini við støðuna í Suðuroynni og nevndi nakrar møguleikar fyri at venda gongdini í oynni.
Føroyar dragnaðar afturút
Magni Laksáfoss kom fyrst inn á alheimsgerðina.
? Alheimsgerðin førir við sær, at vit fáa eitt ávíst arbeiðsbýti, sum ger, at vit framleiða nakrar vørur og innflyta aðrar. Hetta arbeiðsbýtið ger, at vit fáa møguleika at fáa vørur til landið, sum vit annars ikki høvdu kunnað fingið, tí vit ikki kunnu framleiða tær sjálvur, eitt nú bilar og flogfør. Tí er hetta eitt arbeiðsbýti, sum vit hava brúk fyri.
Men hann vísti eisini á, at alheimsgerðin førir við sær, at gamlar vinnur flyta burtur og at nýggjar vinnur koma til.
? Okkara uppgáva verður so at gera okkum greitt at nýggjar vinnur koma til og samstundis at gera okkum greitt, hvørjar tær nýggju vinnurnar skulu vera, sum skulu koma ístaðin.
Higartil er Suðuroyggin rakt harðast av alheimsgerðini, men tekin eru um, at eisini allar Føroyar fara at fáa somu trupulleikar, sum Suðuroy nú hevur.
? Tað eru serliga vinnur á landið, sum eru ávirkaðar av alheimsgerðini.
Hann greiddi eisini frá, at kanningar vísa, at alheimsgerðin førir við sær, at aðrir búskapir enn teir vanligu, fara at viga ógvuliga nógv í alheimsbúskapinum. Hesir búskapirnir eru teir í Russlandi, Kina, India og Brasilia og framyvir fara búskapirninir í hesum londum at fáa størri týdning enn tey gomlu G-6 londini, sum eru USA, Japan, Stóra Bretland, Týskland, Italia og Frakland.
? Í komandi árum verður roknað við, at Kina, USA og India fara at vera teir heilt stóru búskapirnir,samstundis sum Evropa fer at fáa nógv minni týdning.
? Sostatt eru vit mitt í einum heimi, sum broytist ómetaliga skjótt, segði búskaparfrøðingurin.
Hann segði, at tað einasta, vit kunnu gera, er at taka kappingina upp og finna útav, hvussu vit skulu fyrihalda okkum.
? Og tað hevur skund, tí heimurin bíðar ikki eftir okkum.
Hinvegin vísti hann á, at Føroyar eru dragnaðar rættiliga langt aftur úr hinum londunum í royndunum at laga seg til alheimsgerðina.
? Tað verður neyðugt at allir partar, virkini, politikararnir og borgararnir samstarva fyri at lyfta føroyska kappingarførið.
Tað er gjørt fyrr allir partar ganga saman í royndunum at byggja eitt land upp, segði hann. Hann nevndi Nýsæland sum dømi, har tað høvdu verið trýpartasamráðingar hvørt ár frá seinna heimsbardaga til seinast í sekstiárunum og tað var við til at skapa eitt vælferðarsamfelag.
Magni Laksáfoss sigur, fyri at kunna flyta vørur inn, mugu føroyingar hava ein stóran útflutning. Sostatt er útflutningurin grundarlagið undir okkara vælferð.
? Men eru vit ikki kappingarfør, fáa vit heldur ikki útflutt.
Vanliga verður sagt, at utflutningsvinnurnar mugu hava hægri produktivitetsvøkstur enn aðrar vinnur. Ofta verður sagt, at hann skal vera heili 4% og 6%. Tí er tað ikki burturvið tá ið onkur hevur rópt seg uppá, at vit hava brúk fyri kvikum hondum, tí tað verða sett heilt onnur krøv til útfluningsvinnurnar, enn til "innanlandsvinnurnar", tí í teimum vinnunum verður sagt, at kravið til produktivitetsvøksturin er 1% - 2%.
Magni Laksáfoss sigur, at fyri at standa seg í kappingini í dag, krevst dygd, sniðgeving og "branding", tænasta, tillaging til viðskiftafólkini, trygg levering og at vørurnar støðugt verða mentar og lagaðar til marknaðin.
Hann heldur eisini, at tað er ein týðandi partur í kappingini at lønarvøksturin verður avmarkaður.
? Men tað vit fáa ikki stóra vælferð við at kappast í lønum. Vit eru rík frammanundan og fara vit at kappast í lønum, gerast vit fátækari. Tað er á øðrum økjum, vit skulu kappast. Eitt nú mugu vit gera íløgur í góð framleiðslutól og í vitan. Hinvegin merkir tað høga lønarlagið í Føroyum og í londunum rundanum okkum, at framleiðslan má hava eitt høgt førleika- og vitanarstøði.
Hann segði, at lønarlagið má ikki vera ov høgt, tí so verður framleiðslan ov dýr. Hinvegin má tað heldur ikki vera ov lágt, tí so fæst ikki fatur á skikkaðari arbeiðsmegi.
Harafturat má gongdin í almennu útreiðslunum verða jøvn og tað má vera javnvág ímillum alment og privat.
Mugu velja fyri at vinna
Magni Laksáfoss sigur, at vinnupolitikur er ikki bara vinnupolitikkurin hjá vinnumálaráðnum. Tað er eisini fíggjarpolitikur, fiskivinnupolitikkur og somuleiðis hava almanna- og heilsumál stóran týdning.
Hann vísti á, at skulu vit taka kappingina upp, mugu vit vera fremst á onkrum øki.
? Tað er einasti mátin. Men tað merkir so eisini, at vit mugu velja eina vinnu grein, sum vit vilja leggja doyðin á at verða fremst í. Tað kann verða fiskaframleiðsla av onkrum slag, biokemi, telesamskifti, fyri at nevna trý dømi.
-? Bara við at velja, kunnu vit vinna.
Við hesum sipar hann til, at vit mugu velja eina vinnugrein, sum vit vilja granska í.
? Men tað krevur dirvi at velja.
Hann sigur, at gongdin nú, har nøkur oyru verða brúkt til gransking her og har, førir als onga leið. Tað nyttar ikki at spjaða granskingina yvir fleiri øki. Hon skal savnast um eitt øki og so má hon styrkjast.
Mugu tora at satsa
Hann segði, at vit mugu eisini velja vinnupolitiska strategi. Vit kunnu velja, at geva vinnum, sum ikki klára seg, stuðul fyri at varðveita arbeiðspláss. Hetta hava vit roynt í Føroyum og gera tað enn í ein ávísan mun.
? Viðhvørt er tað væl grundað, tí er ov nógv ferð á alheimsgerðini, flytir ov nógv fólk burtur og tí verður tað ov trupult at rætta skútuna aftur. Tí er viðhvørt skilagott at bera so í bandi, at ávísar vinnugreinar ikki hvørva ov tíðliga og at broytingarnar ikki henda ov skjótt.
Men hetta er ikki ein vinnupolitikkur, sum hald er í sum frálíður.
Ein onnur strategi er, at tað sum ikki kann standa, tað má falla. Tað almenna skal koma við vitan og gransking. Spurningurin er eisini um hetta er haldgott í longdini.
Hetta er nógv frammi í løtuni, men tað verður ikki gjøgnumført, tí tað almenna kemur ikki við nakrari vitan.
Trupulleikin er at í alheimsgerðini mugu vit gera okkum greitt, at vinnur hvørva og flyta í onnur lond. Spurningurin er, hvussu vit fáa aðrar vinnur til landið og tað má politikkurin eisini miðja ímóti.
Ein triðja strategi er at stuðla vinnum, sum vit vænta, fara at standa seg í framtíðini. Sostatt velja vit eina vinnugrein og stuðla henni við gransking, vitan, flutningsmøguleikum o.s.fr.
? Ein vansi við hesari strategi er, at vit kunnu koma at velja skeivt.
Magni Laksáfoss vísir á, at vit hava fordømi um eina slíka strategi í Føroyum, tá ið vit stuðlaðu svartfkjaftavinnuni nógv í áttatiárunum.
Uppaftur ein onnur strategi kann vera at stuðla vinnum, sum standa seg væl.
? Men vit kunnu eisini royna at skapa ein vinnara.
? Eg haldi, at í Føroyum eiga vit at leggja okkum eftir hesi eini strategi, har vit skulu tora at satsa uppá ávísar vinnugreinir. Satsa vit ikki, tapa vit. Í løtuni satsa vit ikki.
Ikki ráð at "missa" so nógv fólk av landinum
Hann reisti síðani spurningin, hvat fer at henda, tora vit ikki at velja.
? Arbeiðsmegin er okkara týdningarmiklasta tilfeingi. Hon skal vera nóg stór og nóg fjølbroytt.
Hesi seinastu 75 árini eru eini eini 120 fólk flutt av landinum um árið í miðal og tað er ikki so lítið. Men burðaravlopið hevur verið enn størri, tí nógv børn eru fødd.
Men nú er burðaravlopið minkað og tí hava vit ikki ráð til at "missa" so nógv fólk av landinum.
Magni Laksáfoss vísti síðani á, at hesi seinastu 40 árini er fólkasamansetingin vorðin skeivari og skeivari, so at tey eldru ættarliðini verður fjølmentari og fjølmentari uttan at tey yngru ættarliðini fylgja við í tali.
Framskrivingar vísa, at tey næstu árini fer fólkatalið í Føroyum at verða um 53.000 fólk og har fer tað leggja seg.
Fólk í arbeiðsførum aldri, sum er 25-65 ár, liggur um 24.000 fólk í løtuni og tað fer at veksa uppí 27.000 fólk tey næstu 30-40 árini.
Samstundis hava vit góðar 6000 pensjonistar í Føroyum, men í komandi árum fara vit at fáa einar 4000-5000 pensjónistar afturat.
Men Magni Laksáfoss ger vart við, at hetta er ein framskriving av fólkatalinum við ongari fráflyting.
Hinvegin vísur hann á, at umframt vanligu fráflytingina upp á 120 fólk um árið, sum hevur verið siðani í tríatiárunum, heldur hann, at tað er ógvuliga sannlíkt, at eini 1500 fólk afturat fara at flyta úr Føroyum tey næstu fimm árini.
Tá metir hann, at fókatalið fer at veksa upp í 50.000 fólk og so fer tað at fella nakað aftur.
Samstundis fer arbeiðsmegin at minka 2000 fólk.
Hinvegin fer talið á pensjonistum ikki at órógvast av hesum, tí teir flyta ikki eftir arbeiði. Harafturat fer talið á pensjonistum sum eru yvir 80 ár og sostatt verða ógvuliga røktarkrevjandi, at hækka úr sløkum 2000 pensjonistum í dag, upp í 3500 um eini 30-40 ár, tí fólk liva longri og heilsuverkið batnar alsamt.
?Tí fara vit at fáa brúk fyri rættiliga nógv fleiri røktarheimum.
Sostatt er eisini ógvuliga lítið sannlíkt, at almenna umsitingin fer at minka.
Magni Laksáfoss sigur, at sama gongdin hevur gjørt seg galdandi í Hetlandi og í Írlandi.
Í Hetlandi minkaði fólkatalið niður í helvt upp á 100 ár, men síðan kom vend í fólkatalið eftir at oljuvinnan tók seg upp har, tí hon kastaði fitt av størvum av sær.
Hinvegin fór fólkatalið í Ìrlandi eisini niður í helvt frá 1850 til 1950, men síðani hava teir megnað at vent gongdini.
Tað gjørdu teir við at broyta vinnulóggávuna fyri at lokka útlendskar íleggjarar til Ìrlands og tað hava írar miðvíst lagt seg eftir. Somuleiðis lækkaðu teir skattabyrðuna hjá vinnulívinum.
Harafturat hækkaðu teir útbúgvingarstøðið so at tað nú er hægri enn í Danmark.
Mugu síggja heildina
Hann segði, at í Írlandi eru íløgurnar nú 130% (eitthundraðogtríati) av BTÚ. Í Danmark eru tær 30%.
Í Írlandi er partafelagsskatturin 12,5%, í Føroyum er hann eini 20%, í Danmark er hann 30% og í USA er hann 40% og í Japan nøkur og 40%
Í Kina er partafelagsskatturin yvir 30%, men eisini har eru ómetaliga stórar útlendskar íløgur.
Sostatt er tað ov einstáttað at bara at tosa um skatt. Tað nyttar heldur onki bara at tosa um vinnupolitikk einsamallan. Tvørturímóti ræður tað um at síggja heildina, sigur Magni Laksáfoss.
Hann sigur, at niðurstøðan av øllum hesum er, at vit noyðast at føra ein politikk, sum er nógv meiri miðvísur, enn hann hevur verið higartil.
? Somuleiðis mugu vit velja eina politiska strategi, sum er nógv meiri offensiv, enn nú, akkurát, sum tey hava gjørt í Ìrlandi.
Kom ongantíð heilt fyri seg
Tá ið hann so lýsir støðuna í Suðuroy, vísti hann á, at hon er ongantíð komin heilt fyri seg aftur eftir kreppuna í nítiárunum.
?Nú er aftur kreppa í Suðuroy við stórum arbeiðsloysi og fráflyting.
Gongdin í fólkatalinum vísir, at hesi seinastu 50 árini er fólkatalið í Føroym sum heild, vaksið góð 60%, men í Suðuroy er tað minkað eini 20%.
Samstundis vísir kynsbýtið, at í teimum yngru aldursbólkunum, eru munandi færri fólk í Suðuroy upp á seg enn í Føroyum annars. Hinvegin eru nógv fleiri eldri fólk frá 40 ár og uppeftir í Suðuroy enn í Føroyum annars.
Hinvegin vísa talvur yvir kynsbýtið, at táið vit koma upp í 20 ára aldur, er rættiliga stórt undirskot av konufólki í Suðuroy.
? Hetta er ein rættiliga álvarslig støða. Men hendan støðan, sum Suðuroy er í nú, er sama støða, sum allar Føroyar verða í um nøkur ár. Tí krevst at vit vinnupolitiskt leggja á annan bógv beint nú, sigur Magni Laksáfoss.
Hann sigur, at sum støðan er nú, hevur Suðuroy bráðneyðugan tørv á hjálp. Serliga stórur er tørvurin á størvum til konufólk, bæði tí at tað eru ov fá arbeiðspláss til konufólk og tí at tað eru ov fá konufólk í oynni.
? Tiltøk mugu setast í verk beinanvegin fyri at venda gongdini.
Men umframt bráðfeingishjálp, hevur Suðuroyggin eisini brúk fyri eini langtíðarloysn og tað er serliga í sambandi við eina langtíðarloysn, at ein broyttur og meiri miðvísur vinnupolitikkur kemur inn í myndina.
Tey 10 punktini røkka ikki nóg langt
Hinvegin heldur hann eisini, at tey 10 punktini í suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum eru góð í mangar mátar.
? Tey fara t.d. at skapa størv í byggivinnuni. Men í byggivinnuni í Suðuroy er støðan tann, at har er ikki so stórt arbeiðsloysi, tí tey, sum arbeiða í henni, arbeiða aðrastaðni. Tí er spurningurin um hetta er tann rætta vinnan at stuðla.
Hinvegin heldur hann, at tað eru ov fá konufólkastørv í ætlanini og tað er júst tað, sum størsta trotið er á.
Harafturat hjálpir ætlanin eisini vinnuni í teimum trupulleikum hon hevur beint nú við flutningi o.ø.
?Kortini hjálpir ætlanin ikki so nógv beinanvegin, tí her eru ov fá konufólkastørv og í byggivinnuni er í stóran mun talan um at flyta inntøkur, sum suðuroyingar vinna aðrastaðni, heim aftur til Suðuroyar og tað skapar ikki so nógvar nýggjar inntøkur.
? Skal Suðuroyarætlanin hjálpa beinanvegin, verður neyðugt at skapa nýggj størv beinanvegin.
Skal talan hinvegin verða um langtíðarloysnir, røkka hasi 10 punktini ikki nóg langt.
? Men tey 10 punktini eru góð, hvør sær, men tey loysa ikki trupulleikarnar.
Magni Laksáfoss sigur, at skal talan verður um eina langtíðarloysn fyri Suðuroy, verður neyðugt at kanna tørvin og møguleikarnar hjá vinnuni í Suðuroy og í tí sambandi er eisini neyðugt at kanna, hvussu onnur hava borið seg at, eitt nú í Irlandi og Norðurnoregi.
Samstundis eiga vit at fáa eina lýsing av, hvørjar vinnur eru á veg inn og hvørjar vinnur standa fyri falli.
Mugu finna "up-marknaðirnar"
? Í Írlandi er 60% av útflutninginum í vinnum til tað, sum á fakmálið verður nevnt "up-market".
Tað merkir at írar fáa minst 15% meiri fyri sína vørur, enn onnur fáa fyri somu vøru.
Hann sigur, at eitt dømi um føroyskar vørur á hesum marknaðunum kann vera føroyskur saltfiskur av toski, sum hevur so gott orð á sær, at vit fáa væl betri prís enn okkara kappingarneytar.
? Skulu vit leggja leggja okkum eftir at fáa eitt hægri livistøði í Føroyum, mugu vit leggja okkum eftir at finna "up-marknaðirnar".
Hinvegin er "down-marknaðurin" tann marknaður, har vit fáa minst 15% minni fyri okkara vørur enn okkara kappingarneytar fáa fyri somu vørur.
Neyðugt við almennum størvum í Suðuroy
Somuleiðis er neyðugt at skapa almenn størv í Suðuroynni og í tí sambandi endurtekur hann, at hann heldur at tað hevði verið eitt gott hugskot at bygt eitt ellisheim í Suðuroy.
? Men eitt ellisheim til 35 búfólk er ov lítið, tí fyri at fáa raksturin og effektivan sum gjørligt, skal talan vera um pláss til minst tvær ferðir so nógv fólk.
Hann heldur eisini, at tað er eisini neyðugt at lýsa, hvørjum útbúgvingum, tørvur verður á fyri at kunna taka ímóti teimum nýggju vinnunum. Og verður tað neyðugt, mugu eisini stuðulsskipanir setast í verk fyri at lætta um hjá vinnuni, tað kann vera flutningsstuðul, íløgustuðul ella okkurt annað.
? Ein heildarætlan má verða málrættað eftir tí tørvi og teimum møguleikum, sum Suðuroy hevur. Og tað er neyðugt at leggja eina heildarætlan, tí at arbeiða í brotum er ikki nóg mikið.
? Verður heildin løgd rætt saman, kastar hon meiri av sær enn teir einstøku partarnir, lagdir saman sigur Magni Laksáfoss.
Talva vísir gongdina í lønarlagnum í Føroyum og grannalondum okkara frá 1991 til 2003. Í talvuni er lagt upp fyri gjaldoyranum. Varð ikki lagt upp fyri gjaldoyranum, var munurin enn størri. Talvan vísur, at í hinum londunum hevur lønarvøksturin verið umleið 50% frá 1991 til 2003. Í Føroyum hevur hann verið helvtina, ella umleið 26%. Sostatt eru lønirnar í okkara grannalondum hækkaðar tvær ferðir so nógv, sum í Føroyum. Tí er tað ov bíligt bara at geva lønunum skyldina fyri trupulleikarnar. Vinnan í Føroyum hevur trupulleikar, men tað hava vinnurnar í hinum londunum eisini, sigur Magni Laksáfoss.Vísital: 1991=100