"Eg lá seks dagar á sjúkrahúsinum. Tá eg kom heim og hitti vinmenninar, koyrdu teir undir meg og søgdu: - Kom so fara vit eftir teimum. Vit hava fingið hendur á vápnum. Kom, vit leita eftir teimum. Um vit doyggja, so doyggja vit saman."
Hetta er søgan hjá einum 15 ára gomlum norskum ungdómi. Hann varð stungin niður av nøkrum unglingum nakrar dagar frammanundan, og aftaná vildu vinmenninir hevna vinmannin. Søgan stendur at lesa í bókini "Hvis vi dør, så dør vi sammen", sum blaðkvinnan Liz Buer gav út í vikuni. Hon hevur í langa tíð tosað við ungar norðmenn sum á ein og annan hátt ikki kenna seg vælkomnar í samfelagnum.
Harðskapur millum ungdómsbólkar og einstaklingar hevur seinnu árini javnan verið at sæð í yvirskriftunum her í Noregi. Í vikuni sum fór varð ein ungdómur dømdur at sita fyri dráp. Hendingin fór fram miðskeiðis í Oslo fyri umleið tveimum árum síðani. Tann drápsdømdi var komin í býin, ávirkaður av øli og narkotika. Durðavørðurin noktaði honum atgongd, tí hann var ov fullur. Tann drápsdømdi tók eitt skotvápn úr lummanum, og skeyt eitt skot inn í hølið. Tíverri stóð ein annar unglingi og skuldi keypa okkurt í barrini. Hann varð raktur í høvdið av skotinum og doyði stutt aftaná. Teir báðir kendu ikki hvønn annan.
Hetta er ein tilvildarlig hending av fleiri, sum hava fingið nógva umtalu her, og sum eisini hevur fingið samfelagið at vakna. Spurningurin er hvat samfelagið bjóðar komandi ættarliðum, og hví harðskapurin gerst so ógvusligur og meiningsleysur. Hví fara 16 ára gamlir norskir ungdómar í býin við skotvápnum og knívum?
Stóra norska tíðindablaðið Dagbladet valdi at royna at gera nakað við harðskapin. Saman við fleiri fóru tey undir tiltakið "Stopp volden". Gjøgnum hetta tiltak kom harðskapurin í brennidepilin. Orðaskifti millum ungdóm, vaksin, politikarar, foreldur, løgreglu, læknar og so framvegis gjørdi at fleiri tiltøk vóru sett í verk. Men sum ikki eina ferð, og tað kenna vit eisini til úr Føroyum. Tá orðaskiftið tagnaði, gloymdu tey flestu vaksnu, hvat tey høvdu lovað. Og so eru vit har, vit vóru, áðrenn unglingin bleiv skotin ella stungin.
Tað tykist, sum um tey yngstu í samfelagnum als ikki hava nakað virði um tey ikki gera akkurát sum pápar, mammur og borgarstjórar meina at tey skulu gera. Her í Oslo hava teir politisku myndugleikarnir steðga at kallað øllum ungdómsvirksemi í býarpørtunum. Hetta hevur við sær at tey ungu fylkjast í miðbýnum. Her gerast tey partar av teimum ymsu bólkunum. Ert tú við í einum bólki, so verður tú vardur av bólkinum, og eingin uttanfyri fær loyvi at gera tær nakað.
Hendan gongdin í norska samfelagnum, øðrum europeiskum samfeløgum og onkur vil siga at føroyska samfelagið eisini hevur fingið loyvið til at menna seg til eitt sera ótespiligt støði, tí politikararnir ikki gera nakað.
Umframt harðskapin millum ung og fyri ein part børn, sæst broytingin í samfelagnum á til dømis, at barna- og framhaldsskúlar eru noyddir at seta vaktarfólk í størv fyri at verja næmingarnar móti harðskapi og ágangandi narkotikasølufólkum. Eisini eru næmingar á framhaldsdeildini stungnir niður í skúlastovuni og vit hava eisini sæð, at næmingar eru dripnir í skúlastovuni. Hesa seinastu tíðina er eisini komið fram at bólkar av ungdómum um vikuskiftini eru á ránsmannaferð heima hjá javnaldrum, sum hava bjóða vinfólkum heim, tí foreldrini ikki eru heima. Eftir lítlari løtu senda tey ungu boð gjøgnum fartelefonirnar um, at har og har er veitsla. Summi møta upp fyri at drekka seg inn í annan heim, meðan onnur bara eru úti eftir at stjala ella at oyðileggja annans heim.
Tey ungu leita eftir vónini, trúnni uppá framtíðina og meiningini við tilveruni. At krevja at tey skulu uppføra ordiliga hjálpir neyvan. Tey ungu eru eitt úrslit av tí samfelagnum, sum foreldrini og tey vaksnu hava skapað. Royndirnar at lóggeva seg burturúr ungdómskriminaliteti hava higartil ikki hjálpt. Kanska eitt opið orðaskifti við tey ungu hjálpir. Tiltakið "Stopp volden" vísti, at ung og vaksin kunnu standa saman, og tá skuldi verið óneyðugt við ungdómsbólkum sum "vilja doyggja sama."