Síðani fløguspælarin kom á marknaðin fyri góðum 10 árum síðani, er hetta tól vorðið alsamt meira vanligt runt um í ymsu húsarhaldinum.
At byrja við varð hetta einans í sambandi við tónleik, men skjótt varð komið eftir, at hetta varð eisini hent at hava koblað til eina teldu, tí við stóra dátukapacitetinum, sum ein fløga hevur, bar til at goyma stór forrit og spøl á einari fløgu, ístaðin fyri at skula nýta fleiri disklar.
Teir, sum geva út fløgur, fegnaðust eisini at byrja við, tí ikki bar til hjá vanligum fólki at taka upp á fløgurnar, og á henda hátt gjørdist meira vanligt, at fólk keyptu sínar egnu fløgur, ístaðin fyri at kopiera bond og annað, sum vanligt varð fyrr.
Sum altíð tá talan er um tøkni, so henda framstig dag um dag, og nú vit skriva 1999 er eingin sum helst trupulleiki at taka upp á, ella brenna eina fløgu.
Einasta, sum krevst, er ein eingangsíløga á einar tvey- til trýtúsund krónur, umframt brennbarar fløgur, sum kunnu keypast fyri einar 15-20 kr.
Er ein trupulleiki
Hetta hevur nú eisini viðført, at tónleikaútgevarar og framleiðarar av telduforritum rópa varskóð. Ólóglig avrit av øllum teirra vørum sløðast runt í teimum flestu húsarhaldunum, og hetta ger sjálvsagt, at framleiðarar og seljarar av vørunum missa pengar í hópatali.
Orsøkirnar til hetta kunnu vera so mangar. Hinvegin er tann, sum vit aloftast hoyra, at tað er alt ov dýrt at keypa originalar útgávur av øllum hesum. Hví skalt tú nýta 150 kr. til at keypa eina fløgu, tá tú kanst fáa fatur á einum avriti av fløguni fyri 20 kr. Harumframt hevur bíligari útgávan tann fyrimunin, at tey løgini, ið tær ikki dámar, ikki nýtast at vera á fløguni.
Sama er galdandi við telduforritum og spølum. Spølini kosta kanska einar 300 - 400 kr. fyri hvørt, ímeðan forritini kanska kosta einar 10 ferðir so nógv.
Tískil kundi ein kanska freistast til at spurt, um tað ikki er høgi prísurin, sum er orsøkin til, at ólóglig margfaldan fer fram. Hinvegin kundi ein eisini spurt, um tað ikki er tað øvugta, sum ger seg galdandi, nevnliga at ólógliga margfaldanin er er orsøk til høgu prísirnar. Høvdu fløgurnar ikki verið bíligari, um upplagið var størri?
Merkja lítið og einki
Vit hava tosað við umboð frá Farodane í Tórshavn, og spurt, um tey merkja nakað til henda trupulleika hjá teimum. Tey siga, at sum so merkja tey ikki tað stóra til tað.
Nakað merkist tó sjálvandi, og er tað serliga tá ung fólk eru og keypa sær teldu. Hesi biðja aloftast um at sleppa undan at gjalda fyri tey forrit (tekstviðgerð o.a.), sum liggja á telduni, tí tey siga seg hava hesi heima. Ofta er her talan um forrit, sum kosta fitt av peningi at keypa, og er tískil væl hugsandi, at fleiri av teimum, sum hava hesi forrit heima, ikki hava keypt upprunaligu vøruna, men ístaðin gera nýtslu av nápavritum.
Ógjørligt at gera nakað við
Steintór Rasmussen, sum rekur Pegasus Studio í Klaksvík, sigur, at hóast hann tey sjálvandi eru varug við henda trupulleika, so er ógvuliga torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at gera nakað sum helst við hetta.
Serliga er hugsandi, at hetta rakar tær útgávur, sum kanska hava ein lutfalsliga smalan málbólk, t.d. tónleikur ætlaður teimum ungu.
Eitt er, at tey ungu ikki hava eins nógvan pening um hendi, sum tey meira tilkomnu, og harumframt eru tað eisini aloftast ungdómar, sum fáast við at rógva út á alnótina. Her kunnu tey so hyggja inn á ymsar heimasíður, og á tann hátt fáa fatur á teimum MP3-fílunum, sum eru.
Ein loysn kundi kanska verið at gjørt náptakan minni attraktiva. Hetta kundi verið gjørt við t.d. at hækka avgjaldið á tómu fløgurnar. Hetta hevði so sjálvandi viðvirkað til, at prísmunurin millum avrit og frumrit gjørdist minni, og møguliga kundi hetta viðført, at fólk ikki vórðu eins nógv freistað til at taka náprit.
Sølan ikki minkað
Høgni Zachariasen, sum er millum eigararnar av 3-aranum í SMS, hevur so at siga somu fatan av trupulleikanum. Hann sigur tó, at teir ikki hava merkt nakað til hetta í einari minkandi sølu, men spyr hinvegin aftur, um vøksturin í søluni ikki hevði verið størri, um nápavrit ikki vórðu spjadd runt landið.
Hann sigur tó, eins og Steintór, at tað er ómetaliga trupult at gera nakað sum helst við henda trupulleika hjá teimum. Talan er fyri so vítt um revsimál, og tískil kundi ein kanska hildið, at hetta var ein uppgáva hjá løgregluni, ella møguliga kriminalløgregluni, men tað er væl skiljandi, at teir als ikki hava orku til at gera nakað við henda trupulleika.
Harumframt skal eisini hugsast um, at øll tey risastóru plátufeløgini, sum eru runt um í heiminum, ikki vita síni livandi ráð, hvat tey skulu gera við trupulleikan, hóast tey hvønn dag missa milliónir av krónum, og hóast tey hava sett alskyns serfrøðingar at kannað, hvat kann gerast við trupulleikan.
Hinvegin vísur Høgni á, at fleiri av teimum stóru plátufeløgunum eru partur av risastórum samtøkum, og spurningurin er kanska eisini, um hesi ikki kunnu vera fullkomuliga líka glað.
Sony er t.d. eitt av størstu plátufeløgunum í heiminum, men teir framleiða og selja eisini eina rúgvu av øðrum tingum, har í millum fløgur, sum til ber at brenna á. Er tað ikki í veruleikanum fullkomuliga líka mikið fyri teir, um teir selja ein fløgu, sum teir hava givið út, ella um teir selja eina blanka fløgu, sum vit so sjálvi kunnu brenna tónleik á?
Dupultmoralur?
Høgni setur eisini spurning við, um talan ikki er um dupultmoral á fleiri økjum hesum viðvíkjandi. Tað er jú eingin, sum forðar tær, tá tú skalt keypa neyðugu útgerðina til at taka nápavritini. CD-brennari, brennbarar fløgur og líknandi fáast jú til keyps, uttan at nakar setur spurnartekin við hetta. Sjálvandi hevði tað verið ómetaliga trupult at skula eftirkannað, hvat útgerðin verður nýtt til,men tá lóggávan so at siga bert er hálv á økinum, ber illa til at gera nakað við tað. Støðan kann á ein hátt samanberast við tað at koyra skjótt, eitt evnið sum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Hóast tað hægst er loyvt at koyra 80 km/t, so kunnu flestu bilarnir koyra skjótari enn hetta. Hetta verður einans nevnt sum ein samanbering, og ikki tí undirritaði á nakran hátt vil leggja seg út í kjakið, sum seinastu tíðina hevur verið um ferðsluna.
Talan er um stuldur
Samanumtikið má sigast, at einasta loysnin á hesum øki, um tað kann kallast ein loysn, er at fólk mugu broyta hugburð. Tá eitt náprit verður tikið, er tað nú einaferð soleiðis, at talan er um stuldur. Við tað at tónleikur verður tikin frá tónleikaranum ella forrit verður tikið frá forritaranum, uttan at hesi fáa pening afturfyri, er talan um stuldur.
Tískil eigur at verða gjørt meira vart við trupulleikan, soleiðis at fólk veruliga fara at hugsa um, at talan er um eina ólógliga ger. Sum er tað heilt vanligt, at fólk keypa ella taka nápavrit, av tí at tey meta upprunaligu vøruna at kosta ov nógv. Eingin leggur nakað serligt í hetta, og hugburðurin er ivaleyst at tað eru tað jú so mong sum gera.
Talan er í veruleikanum um tað sama, sum um tú stjól ost úr Miklagarði tí hesin var ov dýrur at keypa, fyri at taka eitt dømi.
Stuldur er stuldur, og talan er um eina ólógliga ger, tá stuldur verður framdur.