Tað vardi meg als ikki, at vágbingar framvegis eru ímóti at lata okkum brúka maskinurnar, sum standa á virkinum í Vági. Eg helt so avgjørt, at nú Fiskavirking er sanerað einaferð aftrat, so var alt sovorðið fingið av vegnum. Men eg trúgvi framvegis, at vit kunnu tosa um tingini, so ein loysn fæst.
Tað sigur stjórin á P/F Fiskavirking, Jákup Mørkøre.
Tað var fríggjadagin í farnu viku, at Jákup Mørkøre var staddur á Tvøroyri.
Á virkinum á Tvøroyri verður nógvur kongafiskur arbeiddur. Men høvdu vit kongafiskalinjuna á virkinum í Vági aftrat, høvdu vit kunnað arbeitt upp aftur meira kongafisk um samdøgrið. Tí helt eg tað vera so sjálvandi at flyta kongafiskalinjuna í Vági norður á virkið á Tvøroyri, sigur Jákup Mørkøre.
Men í Vági siga tey kortanei. Ongin maskina skal takast úr virkinum í Vági. So skjótt sum tey fingu varhugan av, at Fiskavirking vildi hava kongafiskalinjuna úr virkinum, vórðu lastbilar og kranar settir fyri dyrnar inn á virkið.
Hildin fyri gjøldur
Formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági, Kári Jacobsen, sigur við Sosialin, at hvørki lastbilar ella kranar verða fluttir.
Vit eru greið yvir, at vit gera nakað ólógligt. Men vágbingar hava fingið nógmikið. Fiskavirking hevur hildið okkum fyri gjøldur nóg leingi, sigur hann.
Kári Jacobsen vísir á, at Fiskavirking fleiri ferðir hevur lovað vágbingum, at virkið í býnum skal lata upp aftur, men onki hendir. Hann vísir eisini á, at áðrenn Fiskavirking seinast varð sanerað, ætlaðu útlendingar at keypa virki. Á tann hátt hevði arbeiði aftur verðið á ?Polarfrost³.
Men so keypti Fiskavirking virkið hjá okkum. Útlendingarnir eru burtur, og Fiskavirking ger onga roynd, fyri at arbeiði aftur verður á virkinum. Og tað vilja vit yvirhøvur ikki finna okkum í, sigur formaðurin í Framtíðini.
Kunnu onki lova
Stjórin á P/F Fiskavirking sigur, at tey onki kunnu lova vágbingum beint nú. Ikki annað enn tað, at fleiri vágbingar kundu fingið arbeiði á virkinum á Tvøroyri, um kongafiskalinjan varð flutt hagar.
Vit eru sjálvandi altíð tilreiðar at tosa við fólk, ið ætla at keypa virkið. Og so mugu vit taka støðu til møguligan prís, sigur Jákup Mørkøre.
Hann vísir á, at áhugaðir keyparar eina ferð vóru til virkið, men teir eru ikki inni í myndini longur.
Fyri okkum snýr tað seg um at okkara fyritøka skal yvirliva. Tað ger hon bara, um vit fáa nóg mikið av fiski. Og í løtuni er lítil fiskur at virka.
Hinvegin hava vit havt fitt av kongafiski. Og bera vit okkum rætt at, so kunnu eisini vágbingar arbeiða kongafisk á virkinum á Tvøroyri, sigur Jákup Mørkøre.
Tá vit tosaðu við løgregluna á Tvøroyri mánadagin, høvdu teir ongi boð fingið um støðuna í Vági. Har vónaðu teir eisini at sleppa undan at leggja upp í stríðið.
Verður heitt á okkum, so leggja vit tað fyrst fyri leiðsluna í Havn.