– Vit áttu at boða frá

– Ein og hvør má hava loyvi at umvæla síni hús og tann dagin, tá handilskjarnin skal gera umvælingar, so fáa teir sjálvandi loyvi til tað, sigur Heðin Mortensen, nú ein krani forðar ferðsluni gjøgnum miðbýin. – Men sjálvandi áttu vit at boða frá, sigur hann

Hans Waag, eigari og stjóri í Handilskjarnanum, gevur aðrastaðni á síðunum ilt av sær, nú ein krani, sum hjálpir Føroya Banka at skifta vindeygu, forðar ferðsluni gjøgnum býin. Hann finst at býráðnum, sum hevur givið loyvi til hetta, uttan at tikið handlarnar við upp á ráð.

– Sjálvandi eiga vit at boða frá, og spyrja handlarnar eftir, sigur Heðin Mortensen, sum soleiðis tekur í egnan barm.

– Men ein og hvør má sleppa at umvæla síni hús, og skal Føroya Banki skifta vindeygu, so mugu teir sleppa tað. Vit vilja gera tað so trivaligt í býnum sum gjørligt fyri øll, eisini handilslívið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Hann er á ongan hátt samdur við eigaran av handilskjarnanum, um at handilslívið í býnum ongan góðan eigur í býráðnum.

– Nei, tað passar ikki sum Hans Waag sigur har, og hann er eisini vælkomin oman til mín at tosa við meg um hetta, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.