- Vit hava hildið jól hjá dóttrini á Tvøroyri, har øll familjan hevur verið savnað. Vit ótu fisk og chips jólaaftan. Hetta hevur verið siðvenja hjá okkum, síðan børnini vóru smá.
Tað sigur Sólgerð Andreassen, lærari og forkvinna í Fuglafjarðar Harmonikufelag. Hon vísir á, at hon einaferð gjørdi fisk og chips til stuttleikar jólaaftan, og tað fangaði børnini.
- Sum ung hevði eg verið í Skotlandi á bíbliuskúla, og har varð alt stokt í frituru. Tá var hetta ikki vanligt heima, men síðani henda jólaaftan, tá eg gjørdi fisk og chips, vildu børnini ikki hoyra um annað jólaaftan.
Sólgerð Andreassen vísir á, at børnini nú eru vaksin, og tey hava ført hesa "siðvenju" víðari.
- 1. jóladag ótu vit dunnu og 2. jóladag ræst kjøt, leggur hon aftrat.
Hon hevur gjørt tað til vana at keypa jólagávurnar í góðari tíð, so hugnin kemur í hásæti í jólamánaðinum.
Stundir skulu jú vera til samveru og nærveru - at baka, hoyra jólaheilsur, sang og fara til tiltøk, sum verða fyriskipað fyri at hugna um í jólamánaðinum.
- Vit komu til Suðuroyar við Smyrli í øllum góðum seinasta túrin fyri jól. Men, ódnin leikaði í, so húsini skulvu. Blá ljós blinkaðu runt umkring og fólk, sum royndu at steðga vanlukkum, vóru úti.
Sólgerð Andreassen heldur, at hetta í sær sjálvum var ikki sørt ørkymlandi.
- Næturnar við so hørðum hvirlum vóru óróligar, og tú næstan tvíhelt tær í seingini, um alt skuldi farið á flog. Og tó; jólahugnin fylti hjørtuni, og børnini gleddu seg til at pakka upp jólaaftan, sigur hon.