Tað eru nú fimm ár síðani at systrarnar Ása og Annika Andreasen stovnaðu skeiðsfyrtøkuna Synergi.
- Vit tosaðu í fleiri ár um at fara at royna okkurt annað enn tað, vit gjørdu, eisini áðrenn man blívur for gamal, siga systrarnar, sum so tóku seg saman og stovnaðu Synergi 11. november 2003.
Tá starvaðist Ása á starvsfólkadeildini hjá Føroya Tele, men er annars útbúgvin pedagog og hevur starvast niðri í Danmark.
Annika var framman undan í ferðavinnuni, har hon starvaðist fimm ár á Flogfelagnum og 11 ár hjá Smyril Line.
Men tað var meira starvið hjá Ásu, sum kveikti hugin til at skipa fyri skeiðum.
- Vit vóru tvey, sum røktu starvið sum starvsfólkaleiðari sum eitt team. Tá skipaðu vit fyri einari ráðstevnu um kvinnur sum leiðarar, og tað gav mær blóð á tonnina, tí tað er ógvuliga spennandi at sipa fyri, sigur Ása Andreasen.
Tá vóru tær báðar systrarnar byrjaðar at tosa um at royna okkurt annað, og so endaði tað altso við, at Synergi varð sett á stovn.
Í meðan hevur Annika og maðurin búð eitt ár niðri í Spanien, men tað vísti seg ikki at órógva arbeiðið so ógvuliga nógv.
- Sjálvandi kundi eg ikki vera fysiskt til staðar til fundir og annað. Tað kundi bara vera talan um telefonfundir, og tað er jú ikki júst tað sama. Men tað gekk so tað árið, vit búðu har niðri, tó eg rokni ikki við, at Ása hevði verið áhugað í, at eg varð búgvandi har, sigur Annika Andreasen.
Eisini ferðaðist hon nakrar ferðir til Føroya hetta árið, tey búðu í Spanien, eitt nú tá tey skipaðu fyri hátíðarhaldinum hjá Føroya Banka.
Hækka vitanarstøðið
Men hvat er Synergi so fyri ein fyritøka.
- Vit skipa fyri fakligum skeiðum og ráðstevnum, tað er tað primera. Men so skipa vit eisini fyri messum av ymsum slag, sum til dømis Lívsstílsstevnuna, sum vit hava skipað fyri tvær ferðir. So eru tað fyritøkur og stovnar, sum heita á okkum um at skipa fyri ráðstevnum og øðrum, eitt nú Føroya Banki ella Ráðið fyri Ferðslutrygd. Stovnar, sum ikki reiðiloiga makta at skipa fyri slíkum ráðstevnum sjálvi, tí tað er ógvuliga tíðarkrevjandi, sigur Annika Andreasen.
- Tað krevur nógv meiri enn fólk kanska hugsa sær. Og so hava vit tann fyrimunin, at vit kanska kunnu fáa gjørt tingini skjótari, tí vit hava royndirnar at hugsa um smálutirnir, sigur Ása Andreasen.
- Meiningin við Synergi er sjálvandi at útvega okkum eitt livibreyð og royna okkum sjálvar, men annars er meiningin, at vit fegnar vilja geva føroyska samfelagnum ein íblástur og meirvitan, soleiðis at vit fáa eitt betri samfelag og betri fyritøkur og stovnar, og harvið glaðari starvsfólk. Tað skal vera stuttligari og betri at vera her hjá okkum øllum, sigur Ása Andreasen.
Stutt sagt er ætlanin at hækka vitanarstøðið innan allar fakbólkar.
- Tá Synergi bleiv stovnað fanst onkur, sum skipaði fyri skeiðum, men ikki so støðugt. Afturmeldingarnar siga, at fólk eru glað fyri, at tað nú finst eitt støðugt útboð av skeiðum, og at tað ikki er neyðugt at fara til Danmarkar á skeið, sigur Annika Andreasen.
Góða byrjan
Tað eru sjálvandi ikki øll skeið, sum Synergi kann skipa fyri, men tað góða er, at tað nú finst eitt støðugt útboð, tí fólk treingja til nýggjan íblástur av og til.
- Nógv av skeiðunum eru okkara egnu hugskot, og vit royna eisini at fylgja við hvat rørir seg á marknaðinum innan allar fakbólkar. Men vit fáa eisini hugskot frá øðrum, og tá tað hendir, kanna vit tørvin, og vísir tað seg, at tørvurin er har, seta vit skeiðið til sølu. Verður skeiðið so nóg nógv teknað og gjøgnumført, so sleppur tann, sum kom við hugskotinum, við fyri einki, sigur Annika Andreasen.
Og tað eru nógv, sum eru sloppin við á skeið ókeypis á tann hátt, leggja systrarnar aftrat.
Annars halda tær ikki, at tað var so tungt at koma í gongd. Fólk tóktust at taka væl ímóti teimum.
- Eitt tað fyrsta vit fóru undir, var eitt skeið har vit savnaðu miðlafólk í Føroyum. Tey flestu roknaðu við, at vit fóru at savna eini 30-40 fólk, men har vóru faktisk yvir hundrað, sigur Annika Andreasen.
Tað var eitt rættiliga gott startskot fyri Synergi, og tær báðar systrarnar lata væl at gongdini síðani.
- Vit hava avlýst nøkur heilt fá skeið síðani vit byrjaðu, men tey kunnu teljast á einari hond, kanska 3-4, sigur Ása Andreasen.
Onkur av hesum avlýsingum kann hanga saman við, at tíðin stutt sagt ikki er búgvin, og tey kunnu kanska verða fult teknað, verða tey boðin út seinni, tí øll rák koma ikki eins skjótt til Føroya.
Gera forarbeiði
Tiltøkini, sum Synergi hevur skipað fyri, eru í støðugari menning.
- Hyggja vit at, tá vit byrjaðu, og sammeta við nú, so hava vit munandi fleiri luttakarar ígjøgnum nú enn tá. So fólk hava líka sum vant seg við, at tað ber til at fara á eitt kvalitetsskeið í Føroyum, sigur Ása Andreasen.
Tær hava eisini lagt seg eftir, at royna at hava skeiðini á sama kostnaðarstøði sum í Danmark. Men skal fólk niður á skeið, kemur jú ferðakostnaður aftrat saman við uppihaldi og dagpengum, so tað vil altíð loysa seg at fara á skeið í Føroyum.
- So sum stovnur og fyritøka sparir man við at koma á skeið hjá okkum. Men sjálvandi eru tað ikki øll skeið, sum vit kunnu skipa fyri, sigur Ása Andreasen.
Í flestu førunum er talan eisini um júst somu skeið við somu skeiðleiðarum, sum Synergi bjóðar út, og annars gera tær eitt stórt arbeiði við at kanna skeiðsleiðararnar áðrenn teir verða settir.
- Vit biða hann um referansir og ringja kanska til eini tvey fólk, sum hava verið á skeið hjá viðkomandi, so vit gera nógv burtur úr at tryggja okkum, at dygdin er í lagi, sigur Annika Andreasen.
Talan er í høvuðsheitinum um tvey sløg av skeiðum, eitt, har fólk sjálvi tekna seg, og so hitt, har Synergi fer inn í fyritøkurnar, har ein heilur stovnur hevur brúk fyri til dømis einum exell-skeiði ella windows 07.
Í øðrum førum er tørvur bert á at senda eitt ella tvey fólk á skeið, og tá er talan um opin skeið, sum verða bjóðað út.
Taka fólk inn
Hetta við at fara út til fyritøkur og veita skeið fyri øllum starvsfólkunum er nakað, sum vindur upp á seg. Og tað er líka bíligt at gera tað gjøgnum Synergi, tí fyritøkan hevur serligar avtalur við veitararnar.
So tær báðar systrarnar, sum byrjaðu fyri fimm árum síðani hava við tíðini verið noyddar at økja um starvsfólkatalið, so tær nú eru fýra í føstum starvi. Tær ganga heldur ikki so høgt upp í líkarætt, tí tað eru allar fýra kvinnur, ið starvast í Synergi.
Men til tíðir er meiri at gera, sum tá serlig tiltøk eru á skránni, og í sambandi við leiðaradagin hava tær tikið eyka fólk inn, so tær í løtuni eru seks í starvi.
Hartil kemur so ein rúgva av samstarvspartnarum, sum eru neyðugir til eitt slíkt tiltak sum Ársins Leiðari, tað verið seg orðstýrarar, teknikarar umframt skeiðleiðarar og í hesin førinum røðarar.
Tær báðar eru fegnar fyri starvið, sum tær siga er ógvuliga spennandi, men samstundis eisini rættiliga tíðarkrevjandi.
Tað eru so ótrúliga nógvir smálutir, sum gera starvið so ógvuliga tíðarkrevjandi, og tí vera tað fleiri hugskot sum fara aftur við borðinum, snøgt sagt tí tíðin ikki er til at gjøgnumhugsa tey. Afturfyri kunnu tær so fegnast um, at tær ikki hava merkt nakað til fíggjarkreppuna, ið so nógv verður tosað um.
- Tað hava vit ikki merkt nakað til enn í hvussu er, men vit hugsa nógv um hana. Kanska hevur hon ikki rakt enn her í okkara bransju, men vit rokna við, at hon fer at merkjast, og so mugu vit bara royna at tillaga okkum til hana so ella so, sigur Annika Andreasen.
Mugu fylgja við
Hinvegin er als ikki sagt, at Synergi fer at merkja nakað til fíggjarkreppuna, tí í hesum vitanarsamfelagið, vit liva í í dag, verður altíð brúk fyri at uppgradera fólk.
- Tað kann verða talan um her-og-nú sparingar, men tað verður avgjørt ein dýrari loysn upp á sikt. Tí tað er altíð neyðugt at fylgja við, eisini sjálvt um tað er kreppa, tí tað ber ikki til bara at taka tráðin upp aftur, við einum longm vitanargloppi í, sigur Annika Andreasen.
Væntast kann eisini, at kappæingin millum fyritøkurnar fer at harðna, og tá er av stórum týdningi, at hava tey bestu fólkini fyri at yvirliva í hesi kappingini.
- Menningin kann ikki steðga upp, og tað vil altíð vera brúk fyri einari fyritøku sum okkara. Vit fylgja væl við og royna at tillaga útboðini, tí vit ætla okum bestemt at vera her, tá kreppan er av, siga tær báðar, Ása og Annika Andreasen.