- Vit vita einki enn

Verða Bjarni Hammer og teir uttanfyri ella peika teir á Anitu Viðbergsdóttir?

Støðan á Tvøroyri er ómetaliga spent í kvøld. 

 

Bjarni Hammer var í telefonini við in.fo fyri løtu síðani og sum skilst verður samráðst tvørtur um allar listar júst nú. 

 

Givið er, at eingin av listunum er áhugaður at sita uttan ávirkan, men hvat tað merkir í praksis er púra óvist enn. 

 

Anita hevur sagt við miðlarnar í kvøld, at hon vil vera borgarstjóri. Javnaðarflokkurin er sum skilst eisini áhugaður at peika á Anitu, um tað er tað sum krevst, men spurningurin er, um tað er nóg mikið ella um samgonga verður skipað uttan um Javnaðarflokkin. 

 

Spurningurin er eisini, um Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, sum báðir umboða Javnaðarflokkin á tingi, kunnu leggja stríðsøksina og samstarva eisini á Tvøroyri komandi árini. 

 

In.fo fylgir gongdini.