Vitin varpar ljós á kristiligt tilfar

Vitin er bókhandil í Runavík, ið hevur kristiligt tilfar at bjóða, og tað snýr seg bæði um lesitilfar, tónleik og filmar

Vitin er kristiligur bókhandil. Dentur verður lagdur á bøkur, ið hava kristiligt innihald, so sum bíbliur, sangbøkur og undirvísingartilfar.

Lívsins Orð eigur bókhandilin, men dentur verður lagdur á, at úrvalið er tvørkirkjuligt, og eisini verður roynt at hava eitt so breitt úrval, sum gjørligt.

Og úrvalið er breitt, og tónleikaliga ber til at finna tað mesta, ið er at hoyra innan andaligan tónleik, bæði gospel, lovsang og andaligan, kristnan rock.

Sama kann sigast um úrvalið av filmum, ið eisini eru væl umboðaðir á hillunum í bókhandlinum Vitanum.


Ásannan

Endamálið hjá bókhandlinum er, at vanligi føroyingurin skal hava atgongd til kristiligt tilfar.

Stigtakararnir siga, at hetta er gjørt í ásannan av, at slíkt tilfar ikki er tókt í øðrum handlum, men má bíleggjast.


Útgáva

Útgáva av bók, fløgu ella filmi er altíð trupul og kostnaðarmikil, men Vitin hevur so spakuliga flutt seg tann vegin, og hevur verið við til at geva út ymiskt. Vitin hevur givið út barnafløguna Einglavakt, og hevur annars staðið fyri ymsum endurútgávum.


Í Runavík

Um orsøkina til, at bókhandilin Vitin liggur í Runavík, siga tey, ið varða av, at tað er av teirri einføldu orsøk, at tey, sum dríva verkið, búgva í Runavík.

- Tað ber neyvan til at hava slíkan handil á handilsligum grundarlag, men áhugin drívur verkið, og hetta er eisini eitt slag av missión, siga stigtakararnir.