VG hevur seinastu tíðina snakkað við fleiri vitni, sum hava verið til avhoyringar og samrøður hjá øgregluna í samband við óloystu gátuna um Anne-Elisabeth Hagen, sum einki lívstekin hevur givið frá sær síðan hin 31. oktober í fjør.
Hesi fólk fortelja nú í smálutum, hvat løgreglan spyr tey um, nú ríkmanskonan hevur verið burtur í meira enn 400 dagar. Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, hevur sagt, at løgregluni vantar at eyðmerkja umleið 10 bilar, sum hava verið í økinum í Lørenskog um somu tíð, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv.
Í heyst hevur løgreglan sett seg í samband við fleiri bileigarar, sum búgva í Lørenskog-økinum, og hesir hava fingið nágreiniligar spurningar um sínar bilar. Endamálið hjá løgregluni er at finna út av, hvør koyrdi hesar bilar, sum løgreglan spyr eftir.
- Løgreglan vildi hava at vita, hvønn bil eg koyri, hvat merki og litur bilurin er, og eisini varð eg spurdur, um eg kundi minnast, hvat eg gjørdi um morgunin hin 31. oktober í fjør, sigur ein maður, sum býr tætt við heimið hjá Anne-Elisabeth og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen.
Bileigarin varð ringdur upp á løgregluni hin 23. september í ár, og hann noyddist at skjalprógva, hvat hann hevði gjørt hin 31. oktober í fjør.
- Tíbetur havi eg gott skil á slíkum, sigur maðurin, sum eisini varð biðin um at senda løgregluni bankaútskrift, skalprógv fyri bumm-rokningar og annað, sum kundi vísa, hvar hann hevði verið um morgunin henda ávísa dagin.
Men, hvørja ábending fekk tú av, hvussu løgreglan arbeiðir?
- Tað skiltist á øllum brøgdum, at tey arbeiða við vakmyndaupptøkum í nærumhvørvinum. Tey hava helst hugt eftir øllum bilum um hesar leiðir í ávísum tímum av døgninum, og eg havi varhugan av, at tey hyggja eftir størri bilum.
Maðurin, sum VG hevur skift orð við, sigur, at helst hevur hansara bilur verið á vakmyndaupptøkum, og hann ivast onga løtu í, at løgreglan hevur gingið á fólk í umhvørvinum og hevur spurt tey um bilarnar, tey koyra í. Løgreglan hevur jú ikki skrásetingarnummarið, men bara eina mynd av bilinum.
Eftir avhoyringina fekk persónurin, sum VG hevur skift orð við, longu dagin eftir boð frá løgregluni um, at tað var ikki hansara bilur, tey leita eftir.
##med2##