Fyri hálvum øðrum árum síðani skrivaði Sosialurin søguna um, hvussu árs- gamli, Bartal Evaldsson, úr Vági, í allar evstu løtu varð bjargaður undan tí vissa deyða.
Hann var dottin av einum bakka í ein hyl og var lívleysur, tá ið hann var fingin uppaftur.
Men takkað verið einum sjáldsomum samstarvi ímillum fýra fólk, og eina ótrúliga røð av samanfallandi, hepnum umstøðum, varð hann bjargaður í evstu løtu.
Og nú um vikuskiftið fingu tey fýra fólkini, sum bjargaðu Bartali, heiðursnál fyri tað bragd tey gjørdi. Tann yngsti bjargingarmaðurin var Beinir, trý ára gamli stóribeiggi Bartal, sum setti alt bjargingararbeiði ígongd.
Tað er Leif Erik Niclasen, gullsmiðjur á Argjum, ið fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina heiðursnál, sum hann hevur latið fólkið, sum hava útint eitthvørt bragd fyri at bjarga øðrum úr vanda.
Síðsta vikuskiftið var hann á jólasølustevnu í vági og nýtti høvi, nú hann var komin til Vágs, at lata teimum fýra fólkunum, sum bjargaði Beiniri, heiðursnál.
Rann eftir hjálp
Tað var ein góðveðursdag síðsta vár, at eitt ára gamli Bartal datt niður av áarbakkanum í ein hyl, ein dagin hann var farin at finna ommuna saman við beiggjanum og mammuni.
Teir báðir, Bartal og Beinir stjólu seg yvir til eina á at spæla, tá ið óhappið hendi
Beinir hoyrdi tjumsið, men helt, at tað var ein steinur, sum var farin í hylin.
Táið hann vendi sær við, sá hann, at ársgamli beiggin lá lá og fleyt í hylinum.
Men heldur enn at renna heim, ella at blíva bangin og krógva seg, sum hevði verið tað púra náttúrliga hjá einum trý ára gomlum at gjørt, rann Beinir ístaðin inn til Jóannes Østerø, sum búði í nærmastu húsunum, eftir hjálpt.
Eftir hesa løtu var tað ein ótrúlig røð av samanfallandi hepnum umstøðum, sum gjørdi, at Bartal varð bjargaður.
Úthurðin hjá Jóannesi var vanliga so trek, at tað gekk illa hjá hálvvaksnu dóttir hansara at fáa hana upp. Men bara hesu einu ferðina, Beinir kom eftir hjálp, gekk hon sum á vælsmurdum hongslum.
Elinborg, kona Jóannes hevði sent Jóannes at keypa margarin, tí stóð hann í gongini, í skóm, klárur at fara.
Var Beinir hinvegin komin eina lítla løtu seinni, var hann farin...
Jóannes leyp í hylin eftir Bartali har hann lá og fleyt, fram eftir rommum, lívleysur og bláur, og fekk hann upp á turt.
Jóannes vitsti einki um fyrstuhjálp. Men tilvildin vildi tað so, at Jóannes syngur í kórið og hevði tí lært okkurt smávegis um andadrátt. Tí vitsti hann, hvat tað var, sum stýrdi andadráttinum og legði seg sostatt at trýsta inn á flatbróstið. Tað hjálpti, tí vatnið tók at renna úr honum.
Ímeðan var Elinborg, kona Jóannes, runnin eftir mammu Bartali.
Hon er tannteknikari og dugir fyrstuhjálp, tí tað hevur hon lært í skúlanum.
Hon trýstið á búkin at fáa vatnið úr honum. Og táið hon skuldi gera seg til at geva honum hjartamassasju og andahjálp fór vatnið at renna úr honum, og lív kom spakiliga í hann aftur.
Og táið læknin fáar minuttir seinni kom til, var Bartal púra klárur aftur.
Í samrøðu við Sosialin tá, segði læknin, Óli Bech, at tað hevði verið ónatúrliga tætt við.
Eftir tí hann fekk at vita, hevði ongin bjarging verið, hevði trý ára gamli Beinir ikki verið skilagóður, at hann rann inn í nærmastu hús, heldur enn at renna heim.
Ein gleði at tendra ljós
Leif Erik Niclasen sigur, at hann gjørdi heiðursnálina, tí hann helt, at tað var ov galið, at vit hava onki føroyskt heiðurstekin til tey, sum hjálpa øðrum úr neyð.
Tað, sum beinleiðis gjørdi útslagið, varð bragdið hjá tvøramanninum, Finn Terja Samuelsen, táið hann kavaði á botn í byrgingini í Eiðisvatni eftir einum óvita, sum var dottin útav og var farin til botns, og bjargaði honum.
Tá fekk hann heiðurstekin frá einum donskum vikublað, sigur Leif Erik Niclasen.
Men hann fekk onki úr Føroyum.
Hann heldur tað vera ov galið, at ein siglandi tjóð, sum livur so tætt at havinum og náttúrini, ikki hevur eitt alment heiðurstekin til tey, sum hjálpa øðrum úr neyð.
Tað hava øll onnur, og, hvussu ofta hava vit ikki sæð føroyingar fáa heiðurstekin frá útlendingum fyri ymisk bjargingarbrøgd. Men úr Føroyum fáa teir onki.
Meiri enn nakar annar áttu føroyingar at vita, hvussu fjálgt tað er at fáa eina hjálpandi hond í eini neyðstøðu.
Tí gjørdi hann hesa heiðursnálina sum eina symbolska viðurkenning og tøkk til tey, sum rætta fólki í neyð eina hjálpandi hond.
Nálin ímyndar eitt ljós, við eini glæmu rundanum.
Tað er ein gleði at kunna tendra eitt ljós. Ert tú deyður, kanst tú ikki tendra eitt ljós. Og tendra onnur ljós fyri tær, er tað tí, at tey syrgja.
Síðani hann fór at lata nálirnar, hevur hann latið nakrar nálir hvørt ár, okkurt ár upp í 10 nálir.
Tað eru tvær nálir ein lítil og ein stór.
Men støddin á nálini hevur onki við støddina á hjálpini at gera.
Tey, sum fáa tað lítlu nálina, fáa hana tí at tey vóru yngri enn 14 ár, tá ið tey bjargaðu einum neyðstøddum.
Leif Erik Niclasen heitir á fólk, sum kenna fólk, sum hava uppiborið eina nál, um at siga sær frá.
Tí tey, sum hava fingið nálirnar, eru tey, hann hevur frætt um, meiri og minni av tilvild, og tað er avgjørt ikki ætlanin at seta nakran eftir.









