Voxbotn verður ikki 5. september

Voxbotn 2020 er tó ikki heilt avlýst, men útsett

Nú er greitt, at Voxbotn er útsett enn einaferð. Orsøkin er, at koronasmittan aftur er komin til landið.

– Vegna afturvenda korona-smittuvandan taka fyriskipararnir eingi óráð fyri. Í samráð við Tórshavnar kommunu er Voxbotn 2020 tískil enn einaferð útsett, hesaferð í óásetta tíð, sigur Tórshavnar kommuna beint nú.

– Nærri kunning kemur, siga Vox Entertainment og Tórshavnar kommuna.