Øvunda abbar teimum ungu?

Tað er kanska nokso sig­andi fyri kjakið um barns­burð­ar­far­loyvi til menn, at tað eru abb­ar­nir, sum ikki halda tað vera smart.

Á in.fo var tað løg­tings­for­mað­urin, sum greitt vísti á, at hann ikki undir nøkrum um­støð­um fór at taka undir við hes­um, og at Johan Dahl als ikki hevði samgonguna aftan fyri seg.

Hetta vísir ikki bara, at Sam­­bands­flokk­ur­in er meira mod­­er­­n­a­ð­ur enn Fólka­flokk­ur­in – alt­so tá hann sleppur tað. Men hvussu ber tað til, at tað akk­urát eru konservativir abb­ar, sum til dømis Jógvan á Lakjuni, sum eru so hart ímóti, at ung­ir páp­ar fara heim at ansa børn­­um? Man tað vera ringa sam­vitsk­an fyri, at teir ikki sjálv­ir tóku ein hond í, men lótu kon­­una orðna alt?
Kanska. Men væl­sign­aðu gomlu menn. Ung­ir pápar skulu sjálv­andi taka hava tí gylta møg­­­u­leik­a­num, tað at vera um ný­føddu børn­ini. Og nei, tað nytt­ar einki at lata hetta upp til mamm­ur og pápar sjálvi at finna út av – ser­liga ikki tá hug­­burð­­u­r­­­in mill­­um gomlu menn­i­nar er sum hjá Jógv­an á Lakj­uni, tí tá verður tað illa upp­tik­ið á ar­­beiðsplássum. Við at lóg­geva páp­um hend­an rætt, so fáa vit broytt kon­ser­v­a­­tiva, tunga og keð­i­­­liga hug­burðin, sum Jógv­an á Lakj­uni í hes­um føri var eks­­­po­­nent­­ur fyri.
So koyr á Jo­han Dahl, tú hevur fatur á rætta end­a­num!