Vunnu allar stevnur - men gjørdust ikki FM-vinnarar

- 1972 var seinasta árið, har ein serligur róður einsamallur avgjørdi, hvør gjørdist føroyameistari í kappróðri, sigur Jóhan Carl Dam

Fert tú á ólavsøku?   

 

- Sjálvandi fari eg á ólavsøku, og eg eri hvørt ár á ólavsøku. Ólavsøkan er ein fastur partur av summarinum, sum eg altíð gleði meg til.

 

Tað sigur Jóhan Carl Dam.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

 

- Um eg skal velja okkurt burturúr rúgvuni, so er tað løgmansrøðan, kappróðurin og fótbólturin, sum mær dámar best.

 

Hann vísir á, at í veruleikanum dámar honum alt við ólavsøkuni.

 

- Setanin gevur altíð eina serliga kenslu av, at nú byrjar tjóðarhátíðin av álvara. Løgmannsrøðan er ein týdningarmikil partur av hátíðini og minnir okkum á søgu okkara og samfelagið, sum vit eru partur av.

 

Jóhan Carl leggur aftrat, at kappróðurin er ein fastur táttur, sum savnar nógv fólk og skapar ein heilt serligan stemning, og fótbóltsdystirnir eru eisini altíð spennandi.

 

- Men tað, sum kanska ger størstan munin, er sjálvur felagsskapurin. Ólavsøkan er tann tíðin á árinum, har fólk úr øllum landinum hittast, práta saman og hugna sær.

 

Hann heldur, at tað er ein heilt serlig kensla at síggja gøturnar fullar av fólki, hoyra sang og tónleik og merkja tann góða stemningin, sum eyðkennir ólavsøkuna.

 

- Tað er júst samansetingin av siðvenju, mentan og felagsskapi, sum ger ólavsøkuna so serliga fyri meg. 

 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

 

- Ja, eg sakni ávísar partar av gomlu ólavsøkuni. Gjøgnum árini er nógv broytt, og hóast nógv gott er komið aftrat, haldi eg, at nakað av huglagnum er farið.

 

Jóhan Carl vísir á, at hann serliga saknar, at nógv av tiltøkunum fyri børn og spæliglað vaksin nú eru flutt úr miðbýnum og niðan í eina høll.

 

- Áður var nógv meira lív í gøtunum. Familjur kundu ganga oman og niðan, uppliva ymiskt saman, heilsa og práta við familju og kenningar. Hetta setti ein serligan dám á og skapti eina kenslu av, at allur býurin var ein partur av ólavsøkuni.

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Harumframt haldi eg, at ólavsøkan í størri mun enn áður er vorðin ein handilslig hátíð. Nógv snýr seg um sølu og pengar, og kostnaðurin fyri mat, undirhald og onnur tiltøk er vorðin so høgur, at tað kann vera trupult hjá summum familjum at taka lut í øllum.

 

Jóhan Carl hevði tí ynskt, at størri dentur varð lagdur á felagsskapin og tær gomlu siðvenjurnar, sum altíð hava gjørt ólavsøkuna til nakað heilt serligt.

 

##med2##

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?

 

- Ólavsøkan, sum eg minnist best, er hon í 1972. Tað árið róði eg við Víkarbátinum, og vit vunnu allar stevnurnar í kappingarárinum. Kortini gjørdust vit ikki føroyameistarar, tí vit luttóku ikki í róðrinum um føroyameistaraheitið, sum tá varð rógvin fyri ólavsøkuróðurin.

 

Hann sigur, at hetta var seinasta árið, har ein serligur róður einsamallur avgjørdi, hvør gjørdist føroyameistari.

 

- Frá árinum eftir varð skipanin broytt, soleiðis at stig vórðu latin fyri hvørja stevnu. Tað merkir, at úrslitini frá øllum róðrunum í kappingarárinum taldu við í samlaða kappingini, júst sum skipanin er í dag.

 

Og Jóhan Carl Dam endar við hesum orðum:

 

- Tí stendur ólavsøkan í 1972 serliga greitt í minninum, bæði vegna tey góðu úrslitini hjá okkum og tí, at hon samstundis markeraði endan á einari gamlari skipan og byrjanina upp á ta skipan, vit kenna í dag.