Fótbóltur
Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti gjørdi enn ein vørr leygardagin. Tær vunnu nevnliga 3-1 á Kroatia í einari kapping, sum fer fram í Kroatia. Kroatia er styrkismett hægri enn Føroyar. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.
Kroatia legði seg annars á odda 1-0. Heidi Sevdal javnaði, aftaná eitt gott einkvinnuavrik. Rannvá Andreasen legði Føroyar á odda tíðliga í øðrum hálvleiki. Sigursmálið til 3-1 skoraði Malena Josephsen í sonnum David Platt stíli, tá hon vendi á einum borðiski og plaseraði bóltin í netið. Hetti hendi aftaná hornaspark.
Kroatia hevði bóltin nógv, men tær føroysku kvinnurnar vóru væl vandamiklari frammanfyri málið.
Mánadagin varð spælt móti Bosnia-Herzegovina, sum er styrkismett lægri enn Føroyar, men tá gekk ikki heilt so væl. Fyrstu minuttirnar komu okkara als ikki ígongd, og longu eftir sjey minuttum stóð 2-0 til Bosnia-Herzegovina. Undan steðginum megnaðu føroysku kvinnurnar tó at javna. Fyrst við einum brotssparki, sum Rannvá Andreasen setti í netið, og við einum góðum langskoti hjá Heidi Sevdal.
Men í øðrum hálvleiki settu bosnisku kvinnurnar trumf á, og vunnu tær sostatt dystin 3-2.