Vunnu trý rennigull í DM

Samanlagt vunnu føroysku rennararnir 3 gull, 1 silvur og 2 bronsu heiðursmerki og settu 2 nýggj føroysk met.

 

Leygardagin rann Rúni Seloy 1500m fyri dreingir 14-15 ár og vann gull við tíðini 4.25,89 min.

Bjørk Herup Olsen rann somuleiðis 1500m fyri gentur 18-19 ár og vann silvur við tíðini 4.48,83 min.

Jan Elmar Sørensen rann 3000m forðarrenning fyri dreingir 18-19 ár ov vann bronsu við við tíðini 10.54,30 min.

Rebekka Fuglø rann 400m fyri gentur 16-17 ár og gjørdist nummar fýra, tíðin 62,48 min. rakk tó til nýtt føroyskt met.

 

Sunnudagin gekk aftur væl. Rúni Seloy megnaði aftur at vinna gull, hesaferð á 800m við tíðini 2.04,71 min. og er tvífaldur Danmarksmeistari fyri dreingir 14-15 ár.

Bjørk Herup Olsen rann 3000m og gekst tað henni sera væl. Hon vann gull við tíðini 10.07,36 min. og tað er nýtt føroyskt met við góðum 6 sekundum.

Rebekka Fuglø rann 800m og vann bronsu við tíðini 2.26,76 min.

 

Eftir góða úrslitið hjá Bjørk á 3000m bleiv hon bjóða at luttaka við í kapping í Bosnia-Hercegovina tann 19. september, har hon skal luttaka á 800m og 3000m saman við gentuliðnum hjá Helsingør Atletik.