Watson í Guardian: Eg eri ein eyðmjúkur fanatikari

Journalisturin John Vidal hjá The Guardian er við Paul Watson undir Føroyum. Seinasta mikudag var drúgv grein í hesum heimskenda blaði um Paul Watson og hansara ferð í føroyskum sjógvi

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Pollamjørkin liggur vakur í Nólsoyarfirði í morgun, mánamorgun, heilt inn at landi uttanfyri Molan. Uttanfyri Skansaboða hómar tú siluettina av einum gráum skipi við tunnu í formastrini. Er tað "Ocean Warrior" sum hóast allar hugsandi hóttanir hevur vágað sær aftur í føroyskan sjógv. Alt gerst so stórt í mjørka. Tíðindamaðurin gerst eitt sindur vónbrotin, tá hann finnir fram til, at gráa skipið er eitt danskt vaktarskip, sum einans ger sína skyldu at verja ta donsku "overhøjhed" udi Færø.

Er "Ocean Warrior" í føroyskum sjógvi? Tað er ikki lætt at finna fram til, tí ongin av teim vanligu kanalunum hava myndugleika at úttala seg og tann sum kann úttala seg er ikki at hitta í løtuni. Hetta er eitt mál av størsta týdningi og tað er ikki hvør sum helst, sum sleppir at úttala seg.

Sólin bakar og oyggjarnar liggja heilt ævintýrkendar í øllum hitanum, sum kliptar burturúr einum Tjæreborgkatalogi.

Onki er sum tað hevur verið. Tvær reisur seinastu dagarnar hevur grind verið í Føroyum, men tað tykist sum føroyingar hava gjørt sær sjálvum ena bjarnatænastu. Teir hava sett radiosendarar á Ísak, Mads Petur og ein heilt annan og hesir hava nú úr at gera at svimja millum teir bólkar, sum eru í vanda fyri at verða hildnir til og so skjótt sum teir narkast, so sigur Doreta bums nei. Tað kundu húsvíkingar sanna um vikuskiftið, meðan svangir grindamenn hvessa sær tunnurnar og vaska tómu snikutu lakaíløtini.


Diktator

The Guardian frá seinasta mikudegi liggur á borðinum. Hann verður helst einasta keldan í dag til Warson. Journalisturin John Vidal er ein av manningini og hann hevur upplivað eitt sindur av hvørjum seinastu dagarnar. Hann hevur upplivað at verði handtikin í Føroyum og hevur enntá sitið í føroyskum varðhaldi. Og føroyska fangatippi fær gott ummæli í The Guardian. Tað verður samanaborði við eitt gott bretskt Bread and Breakfast gistingarhús.

John Vidal byrjar greinina við at lýsa føroyska landslagið og síðan ger hann eina lýsing av Paul Watson. John stendur á manningarlistanum umbord á "Ocean Warrior" og hann hevur havt góðar stundir at eygleiða hendan sjaldsama umhvørvisstríðsmann.

"Watson er róligur og er fúsur at tosa um alt frá átrúnaði til heimsspeki. Hann tosar um filmir, lesir nógv og flennir nógv. Vit fáa at vita um hvussu hann togaðist við føroyskar myndugleikar á fyrstu ferðini til Føroya í 1986, hvussu vaktarskip lupu á við táragassi, hvussu hann skapp undan og hvussu hann skjeyt eftir vaktarskipinum við sjokolátubudingi.

Hann greiðir frá, at hann einaferð varð bjargaður av einum særdum hvali. "Eg hugdi inn í hesi vitandi, vinarligu eygu, og hvalurin gjørdi av einki ilt at gera mær."

Vidal skrivar, at tað kann vera at Watson heldur tað er í lagi við fólkaræði á landi, men umborð á "Ocean Warrior" er hann skiparin, tann einaráðandi. Hann tekur ikki móti ráðum og hann hann greiðir ikki frá sínum ætlanum. Sjálvur kallar hann seg ein eyðmjúkan fanatikara.


Alt ella einki

Hesuferð Watson er í Føroyum hevur hann avgjørt gera alt fyri at steðga føroyska grindadrápinum. Orðini eru dýr, um tað skal vera, so vil hann láta lív fyri sína søk, hann bakkar ikki fyri at gerast pínslaváttur.

"Grindadrápið er tann ljótasti ítrótturin í heiminum," sigur Watson og hann ætlar at vera í føroyskum sjógvi leingi. Endamálið er at legga ímillum, verður grind hildin til og annars ætlar hann at royna at reka grindir aftur til havs, sum koma ov nær oyggjunum.

"Føroyingar drepa heilar familjur av hvalum og ongin sleppur undan, gomul sum ung í grindaflokkinum verða týnd. Vit eru í 21. øld og slíkir grúsamir siðir hoyra ikki heima í nútíðini, serliga ikki í einum samfelag, sum telist millum tey ríkastu í heiminum." sigur Watson.


Gamal í garði

Watson er ikki hvør sum helst innan umhvørvisvernd. Hann var ein av stovnarunum av einum umhvørvisfelagsskapi fyrst í sjeytiárunum, sum seinni gjørdist til hin navnframa Greenpeace. Hann var við at mótmæla amerikonsku brintbumburoyndunum við Aleutirnar , langi oyggjagarðurn, sum gongur suður úr Alaska og lagt suður Kyrrahavið.

Virksemi hjá Watson kostar um sjey milliónir føroyskar krónur á hvørjum ári og hetta virksemi verður fíggjað av teimum 45.000 limunum sum eru í felagsskapinum Sea Shepherd og frá stuðli frá ríkum Hollywood og Las Vegas viðhaldsfólki. Í næstum byrja upptøkurnar til ein film um virksemið hjá Watson. Filmurin er mettur at kosta 50 milliónir dollarar ella eini 350 milliónir krónur.