Whale Wars til Føroya – hvat gera vit ?

Sendingin hjá Animal Planet Whale Wars er nú ávegis til Føroya, saman við Paul Watson og Sea Shepard. Saman við Watson fer eitt stórt filmslið at gera eina roynd at varpa føroyskt grindadráp út til allan heimin.

Tað sær út til, at kríggið móti føroysku aldargomul siðvenjuni ongan enda fær. Í byrjanini av árinum vitjaðu aktivistarnir Pete Bethune og hansara viðhaldsfólk í Føroyum, og í farnu viku var umhvørvismaðurin aftur á klettunum.

Hesaferð ljóðar tað, at kongurin í aktivistaheiminum Paul Watson og hansara lið koma til Føroyar – hesaferð við Animal Planet í hølunum.

Vælumtóktan sendirøðin Whale Wars er sjónvarpssending, sum fylgir Sea Shepard og Paul Watson og teirra royndum at steðga eitt nú grindadrápi. Fyrsti partur í røðini varð frumsýndur á heysti 2008, og 3. juni í ár varð fyrsti partur av fjórða umfari í røðini víst. Higartil hava upptøkurnar av Watson og hansara harkaliði í stóran mun verið gjørdar, tá teir hava verið eftir japanskum hvalaveiðumonnum, men nú skilst, at leiðin gongur til Føroya.

Heimurin leggur trýst á

Tey, sum arbeiða innan fjølmiðlar og almenna umsiting vita, at teldupostar og brøv floyma inn í landi, har fólk kring allan knøttin heita á okkum um at steðga barbariska grindadrápinum í stundini.

Hvalir hava kenslur og hava uppiborið betri, siga tey.

Hvørt hesir copy/paste teldupostarnir hava nakran veruligan týdning, so mugu vit kortini staðfesta, at tilvitanin hjá umheiminum um grindadráp tykist vera vaksandi og harvið trýstið á føroyingar, um at lata hesa siðvenjuna fara í ommu sína.

Men føroyingum líkt, so vilja vit ikki lata nakran aktivist siga okkum hvat vit kunnu og ikki kunnu gera í okkara heimlandi. Hóast ikki allir føroyingar høvdu saknað grindina, um hon veruliga fór í søguna.

Spurningurin er so, hvat gera vit, tá ið hetta stóra filmslið, sum telur 10 fólk, kemur til okkara við tí fyri eyga at vísa umheiminum hvussu vit drepa grind.

Japan fekk ringar dagar av Whale Wars og Animal Planet, og gjørdist í eygunum hjá aktivistum kring knøttin ein veruligur svartur plettur á heimskortinum.

Við einari reyðlittari strond, føroyskum garpum við blóð upp undir høkuna og knívi í hond, og smábørnum, sum hugna sær við at skera eygu og innvølur úr deyðu hvalunum, kunnu vit lættliga enda í somu støðu sum Japan, og enda undir einum øgiligum trýsti frá umheiminum, verður hetta varpað út.

Tí hevur Sosialurin spurt nakrir føroyingar um vit í summar skulu halda okkum frá grindadrápi í fyri frið skyld, ella vit skulu halda fram júst sum vit plaga.