Wozniacki vann í New Heaven

Eftir fleiri vánalig úrslit í seinastuni eydnaðist tað í kvøld donsku Caroline Wozniacki at vinna tenniskappingina í New Heaven í USA. Í finaluni, sum var ímóti kekkisku Petra Cetkovska, vann Wozniacki 6-4, 6-1.

 

Tenniskøn siga, at sigurin í New Heaven Open var sera umráðandi, tá hugsað verður um, at tann stóra kappingin US Open í New York byrjar í næstu viku. Hóast Wozniacki er styrkimett nummar eitt, hevur hon framvegis ikki vunnið nakra Grand Slam-kapping.