Ynskja ongar trupulleikar

Regin Egholm, nevndarlimur hjá 12. manni, staðfestir, at tað avgjørt ikki var teirra ætlan at geva nøkrum nakrar sum helst trupulleikar

Fótbóltur

 

Tjaldið við Tórsvøll leygardagin var eitt av størru tiltøkunum, sum føroyski 12. maður hevur staðið fyri. Sum heild riggaði tiltakið eisini framúr, og bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga var talan um gott hál hjá føroyska áskoðarafelagnum.

Tí mundi tað eisini kennast hugstoytt, tá tað ljóðaði, at FSF beinleiðis skuldi arbeiða ímóti hesum, og Regin Egholm, nevndarlimur í 12. manni, sigur avgjørdur, at teir á ongan hátt vilja leggja seg í stríð við tær reglur, sum FSF hevur at arbeiða eftir.

- Vit hava so ikki verið nóg væl kunnaðir um hasar reglurnar, tí sjálvandi fara vit ikki við vilja at skapa FSF nakran trupulleika. Og er ein loysn, at tjaldið verður flutt til t.d. ovara vøll, so er tað væl nakað, sum vit fara at tosa um, heldur hann.

Og hóast hann ikki vil leggja seg í nakað rúsdrekkapolitiskt orðaskifti, so heldur hann, at slík skeinking neyvan broytir nakað til tað verra til ein landsdyst.

- Tað er leygarkvøld, og so er einki at siga til, um fólk kanska hava eina lítla kenning, tá tey fara til dystin. Tað fær tey aloftast bara at rópa nakað meira. Og hóast vit ikki skonktu, so vildi neyvan verið minni drukkið fyri tað. Tú hevur jú áður sæð, at fólk koma dragsandi við posum og ryggsekkum til dyst, og tað sleppur tú so undan við einum slíkum tjaldi. At fólk so ganga ímillum, sleppur tú neyvan undan. Heldur ikki, um tjaldið stóð longur burtur. Og so slettis ikki ein slíkan dag sum leygardagin, har tað regnaði, meðan dysturin var.

- Og í tí sambandi vil eg fegin veita øllum teimum, sum hjáptu til við tjaldinum leygardagin, eina stóra tøkk. Bæði býráðnum, Gundadalshøllini og øðrum. Hetta tiltakið hjá okkum vildi als ikki borið til uttan stóru hjálpina, sum vit fingu, heldur Regin.

 

Riggaði framúr

Um dystin leygardagin sigur Regin annars, at talan í allar mátar var um eitt tiltak, sum riggaði framúr væl.

- Tað kostar sjálvandi nakað at leiga eitt slíkt tjald, men ølsølan bar kostnaðin av hesum. Og alt annað varð skrætt burtur. Vit hava snøgt ongar skreytlutir eftir, so mikið nógv varð selt leygardagin.

Vil tað siga, at tit ikki hava nakra sølubúð mikudagin?

Ja, og tað er stórt spell. Ikki minst, tí har koma so nógvir skotar. Teir plaga ofta at keypa nógv frá okkum, og høvdu vit eitt tílíkt tjald til dystin á Svangaskarði, so ivist eg heldur ikki í, at nógv øl varð selt.