Luis Suarez hevði aftaná góðu HM-avrikini í 2010, 2014 og 2018 eitt sera miseydnað HM í Katar, eins og fleiri aðrir á liðnum á Uruguay.
Tað var ein óskarpur Suarez vit sóu undir HM-endaspælinum í Katar.
Men nú fer 35 ára gamli Suarez í holt við ein nýggjan kapitul.
Brasilska bestideildarliðið, Gremio hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við uruguayanska áleyparan.
Suarez hevði tilboð úr Evropa og úr Saudiarabia, men hann hevur valt at fara til stóra grannalandið, Brasil at royna fótbóltseydnuna.
Suarez hevur seinasta hálva árið spælt við uruguayanska høvuðsstaðarfelagnum, Nacional, har tað eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna meistaraheitið.