Yvir 100 kvinnur á Kveik.fo

Tíðindaskriv

Tíðindaskriv

Seinnapartin í gjár varð kvinna nr 100 skrásett í dátugrunninum Kveik.fo. Tað var Eilen Anthoniussen, ið fekk heiðurin at gerast nr 100 á listanum yvir kom­petentar kvinnur í Føroyum. Eilen starvast í løtuni sum blaðkvinna á Dimma­lætt­ing.
- Eg havi stóran áhuga í mentan og handligum ar­beiði. Tónleikur, sjón­leikur, list og ítróttur eru nøkur av mínum stóru áhuga­málum, og sum eg brenni fyri skulu fáa betri kor í okkara samfelag, skriv­ar 25 ára gamla Eilen mill­um annað í sínum profili.
Kvinnurnar sum eru skrásettar koma úr øllum landinum. Eina løtu eftir, at Eilen hevði skrásett seg, taldi listin 108 kvinnur úr Froðba, Fámjin, Tvøroyri, Sumba, Vági, Kvívík, Hós­vík, Streymnesi, Skálafirði, Runavík, Leynum, Klaks­vík, Toftum, Skála, Fugla­firði, Norðagøtu, Syðru­gøtu, Nólsoy, Sandavági, Mið­vági, Hvítanesi, Argj­um, Hoyvík og Tórshavn. Eisini er onkur skráseting úr Danmark og Noregi. List­in fevnir harumframt um sera nógvar ymiskar før­leikar. Alt frá lærarum og fysioterapeutum til stjórar og granskarar.
- Vit eru ómetaliga fegnar um jaligu móttøkuna, og serstakliga um at undirtøkan er kring allar Føroyar. Eftir bert einum degi er listin longu so fjølbroyttur, at hann er eitt gott amboð hjá teimum, sum leita eftir kvinn­um við røttu førleiku­num, siga stigtakararnir í tíðindaskrivi.