Yvir 150 næmingar hava tikið lut í tiltøkum hjá Ungt Virki hetta skúlaárið, og ongantíð fyrr hevur luttøkan verið so stór. Hetta kann vera eitt tekin um, at tey ungu hava ein øktan áhuga í at skapa nakað nýtt og at arbeiða við íverksetan. Í ár luttaka næmingar frá fýra miðnámsskúlum í Føroyum: Føroya Handilsskúli í Tórshavn, Føroya Handilsskúli á Kambsdali, Tekniski Skúli í Tórshavn og Tekniski Skúli í Klaksvík. Harafturat luttaka næmingar frá Karleby Handelsinstitut í framsýningini sum gestir.
Ungt Virki í Føroyum er ein partur av Fonden for Entreprenørskab - Young Enterprise (FFE-YE) í Danmark. FFE-YE er ein non-profit organisatión, ið er við til at tryggja, at fleiri ung fáa undirvísing í íverksetan, og at íverksetan verður ein natúrligur partur av útbúgvingarskipanini. FFE-YE er ein partur av Junior Achievement Young Enterprise Europe, sum er við til at tryggja, at yvir 3 milliónir ungir evropearar í 37 londum hvørt ár fáa undirvísing í íverksetan.
Kanningar vísa, at undirvísing í íverksetan hevur eina jaliga ávirkan á yrkisleiðina hjá teimum ungu. Hetta er m.a. við til at skapa motivatión og førleikar í at stovna egið virki. Næmingar, ið luttaka í Ungum Virki fáa nakrar serligar førleikar. Teir læra m.a. at arbeiða nýskapandi, at ganga nýggjar leiðir, at seta nýggj hugskot í verk og at samstarva í toymi. Hetta eru førleikar, ið eru nógv eftirspurdir av arbeiðsgevarum bæði í privatum fyritøkum og á almennum stovnum.
Allir næmingar, ið luttaka í Ungum Virki fáa prógv frá FFE-YE, tá ið tey handa FFE-YE eina ársfrágreiðing og ein ársroknskap. Tey virki, ið luttaka í kappingum uttanlands og í FM kappingini í Føroyum fáa diplom fyri luttøku.
Eik Banki er høvuðsstuðul hjá Ungum Virki og letur fíggjarligan stuðul til 30 virki og virðislønir til bestu virkini. Harumframt hava allir næmingarnir fingið ráðgeving frá Vinnulívsdeildini í Eik og Íverksetarahúsinum.