Tað stendur sambært tíðindaskrivi frá Danmarks Nationalbank.
Frá 31. mai verða ein røð av gomlum seðlum virðisleysir.
Tjóðbankin hevur lýsing í Sosialinum um vikuskiftið, har greitt verður frá, at síðsti møguleiki at lata inn danska 1000-krónuseðlar og eldri seðlar inn í bankum í Føroyum er 29. mai. Á teimum trimum innflýggjanarstøðunum hjáDanska Tóðbankanum í Aarhus, Odense og Keypmannahavn er seinasta frest sunnudagin 31. mai.
– Eftir hetta eru seðlarnir virðisleysir, skrivar Tjóðbankin.
Hetta snýr seg um núverandi 1000-krónuseðlar og øll sløg av seðlum úr seðlarøðini frá 1944, 1952, 1972 og 1997.
Seðlarnir hava verið ógildugir sum gjaldsmiðil í handlum síðani 31. mai 2025. Áðrenn langt um líður, verða teir eisini virðisleysir í eygunum á Tjóðbankanum.
Allan apríl mánað hava inngjaldskassarnir hjá Tjóðbankanum havt 5.526 vitjanir, har yvir 22 milliónir danskar krónur eru latnar inn í seðlum.
Fyrr í ár var talið av innlánum í Aarhus niður í minni enn 40 prosent av innlánunum í Keypmannahavn.
Seinastu vikurnar er talið nærkast talinum í Keypmannahavn.
##med2##
– Tað er nú bert ein mánaður eftir, til 1.000-krónuseðlar og eldri seðlar gerast virðisleysir. Vit síggja, at enn mangla 917 milliónir krónur í 1.000-krónuseðlum og 2,3 milliardir í eldri seðlum, sigur høvuðskassameistarin í Nationalbankanum Niels Kaas.
Tjóðbankin hevur gjørt samstarv við gjaldoyrastovuna Forex, sum merkir, at til 31. mai 2026, kanst tú lata gamlar seðlar inn og fáa nýggjar í staðin.
Fremmandahandlarnir taka bert ímóti seðlum, sum skjótt verða ógildugir. Við kontantum innloysing krevst eisini, at ein yvirlýsing verður útfylt og eitt gyldugt mynda-ID verður víst fram.
– Umframt útfylt oyðublað og ID kann skjalfesting av upphæddini krevjast, og hesi krøv eru treytað av støddini á upphæddini.
– Harumframt skalt tú vera varugur við, at tað kunnu vera tíðarskeið við bíðirøðum, og tú skalt tí hava tol, um tú skalt vitja eitt av innlatingarstøðunum. Tað er eisini eitt gott hugskot ikki at bíða til síðst í mai, men at fara í gongd nú, sigur Niels Kaas.
/Ritzau/












