Yvir 400 milliónir í avlopi næsta ár

 – Stórt avlop, varligur rakstrarvøkstur og fleiri miðvísar raðfestingar, sum flyta Føroyar fram á leið á mongum økjum. 

 

Hetta var boðskapurin, nú Kristina Háfoss, landsstýrsikvinna í fíggjarmálum, beint nú hevur lagt uppskotið til fíggjarlóg fyri 2019, fram. 

 

Avlopið hjá landskassanum verður 403 milliónir næsta ár, og rakstrarútreiðslurnar veksa einans 2,6 prosent, men men inntøkurnar hjá landskassanum veksa 3,8 prosent. Játtanin til íløgur verður 424 milliónir krónur

 

 

– Tað sæst týðuliga aftur í figgjarlógaruppskotinum fyri 2019, at landsstýrið tekur bústaðartrotið í størsta álvara, sigur Kristina Háfoss. Landsstýrið er á veg við einum bústaðarpakka, sum skal tryggja fleiri bústaðir. Fleiri tiltøk eru longu sett í verk, onnur eru ávegis.

 

Landsstýrið tekur eisini atlit til støðuna í byggivinnuni. Nógv ferð er á byggivinnuni í løtuni, og roynt verður tí í stóran mun at raðfesta almennu íløgurnar soleiðis, at arbeiðsmegi verður tøk til bústaðarbygging. Í hesum sambandi verða 80 milliónir av íløgunum íløgum broyttar.

 

Nakað, sum sæst aftur í fíggjarlógini, eru nýggjar útbúgvingar og styrkt Fróðskaparsetur

– Bústaðarpakki

– Nýtt avloysaraskip til SSL og hægri

– Eysturoyar- og Sandoyartunlar og aðrir tunlar

– Ein barnalækna og ein hjartalækni skulu setast afturat

– Pensjónistar skulu hava minst 1.000 krónur meira at liva av um mánaðin

– Fiskivinnunýmenning og tónleikaútflutningsstova

– Frá 40% pensjónsflatskatti til stigvaksandi pensjónsskatt úr 30% upp í 40%

– Nýggj sendistova í fjareystri

– Náttúruverndarlóg

 

Samstundis er málið, at skuldin hjá landinum skal minka eina milliard næsta ár, sigur Kristina Háfoss.